Andrias Magnussen næsti aðalskrivarin
Í summar tekur Andrias Magnussen í Saltnesi við sum aðalskrivari eftir Øssur Kjølbro, sum tá fer í annað starv í Heimamissiónini.
Í arbeiðsfrágreiðing síni á ársmøtinum seinasta leygardag boðaði Øssur Kjølbro frá, at í summar verða 10 ár, síðani hann tók við aðalskrivarastarvinum, og at hetta var síðsta frágreiðing hansara sum aðalskrivari. Nú er greitt, at Andrias Magnussen yvirtekur aðalskrivarastaffettina í summar.
Andrias er 34 ára gamal og ættaður av Nesi (Eysturoy), har hann eisini hevur og hevur havt sína gongd í kirkju og missiónshúsi. Hann er giftur við Elsbet Ellingsgaard Magnussen úr Klaksvík, ið lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum. Andrias er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari seinastu 7 árini, fyrst á Argjum og síðani í Klaksvík. Hann hevur verið virkin í ymiskum nevndum, millum annað í ungdómsnevndini í Tabor á Toftum, í Blákrossungdómi og Landsungdómsnevndini hjá Heimamissiónini, har hann hevur verið formaður seinasta góða árið.
Aðalskrivarin er dagligur leiðari fyri øllum virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, herundir starvsfólkunum, sum í løtuni eru 11 í tali, umframt aðalskrivaran.
Tá Andrias kemur í starvið hálvan august, fer Øssur í annað leiðandi starv í Heimamissiónini. Hann heldur fram í ólønta hjálparprestastarvinum í Eiðis prestagjaldi.