Andrias verður partur av TeenStreet-leiðsluni

Nú verður aðalskrivarin hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, Andrias Magnussen, partur av leiðsluni fyri TeenStreet Føroyar.

Seinastu árini hava Símun J. Hansen, Randi Hansen og Margareth Djurhuus myndað leiðsluna í TeenStreet og við kønari hond leitt føroyska partin av stóra altjóða tiltakinum, sigur OM Føroyar (Operation Mobilisation) á heimasíðu síni. Nú fáa tey ein lim afturat sær. 35 ára gamli Andrias Magnussen úr Saltnesi hevur síðani í summar arbeitt saman við hinum trimum, nú fyrireikingarnar til næsta ár eru farnar í gongd.

OM ynskir Andriasi vælkomnum í OM-familjuna og ynskir teimum fýra góða eydnu í arbeiðinum við at skipa fyri Mini TeenStreet næsta vár og at fyrireika TeenStreet 2020, sum verður í Oldenburg frá 1. til 8. august næsta ár. Áðrenn tað verður sum nevnt Mini TeenStreet 2020 í Bylgjuni í Runavík frá fríggjadegnum 21. februar til sunnudagin 23. februar.

LES EISINI  Aftur til Japans í januar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina