Annað jólakvøld verður árliga lovsangskvøldið í Leirvík

Seinastu árini hava tey ungu í Leirvíkar missiónshúsi skipað fyri stórum lovsangskvøldi 2. jólakvøld, og tað ætla tey aftur í ár. Tiltakið plagar at savna nógv ung úr bygdum og býum.

Tiltakið verður í missiónshúsinum 2. jólakvøld klokkan 21, og sum vant verður nógv gjørt burturúr.

Umframt nógvan lovsang, syngja Sunniva, Emma og Rebekka.

Súsanna H. Olsen og Tórur Jacobsen hava hvør sín vitnisburð, og møguleiki verður eisini fyri eini samtalu undir fýra eygum og forbøn.

Aftaná verður sjálvandi ein jólaligur drekkamunnur!

LES EISINI  Prísa, sál mín, himladrotti
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina