Arbeiða dag og nátt

Einaferð greiddi ein ungur prestur frá, at í lærutíðini til prestatænastuna, skuldu teir eisini vitja á sjúkrahúsi. Upplivingarnar, við eisini at møta sjúkum fólkum, vóru týðandi fyri tænastuna. Tá upplivdi hann nakað, sum han ikki fór at gloyma. Ein gott 80 ára gomul nunna varð innløgd, og hann kom í prát við hana. Hon segði: -Vit arbeiða dag og nátt, við at hjálpa heiminum og biðja fyri honum!

Ja, hjálpar- og bønarhendur, arbeiða ikki bara frá klokkan 08-16.00. Tær arbeiða, tá tørvur er, og nær er ikki tørvur fyri vælgerðum og forbønum? Hvør kann gera upp tann týdning, sum hesi fólkini hava?
Tey biðja fyri sær, sínum, grannum, bygdafólki og øðrum. Tey nevna síni kæru og mong onnur við navni fyri ásjón Guds dag og nátt.

Lukkuligt er tað menniskja, tann familja og bygd,… sum hevur trúgvar forbiðjarar. Tey fara at merkja signing og varðveitslu Guds, eisini, um tey ikki eru greið yvir tað. 

LES EISINI  Er munur á boðskapinum hjá okkum og tiktok?

Bøn er arbeiði – strævið arbeiði. Tí roynir Djevulin, holdið og heimurin at forða Guds børnum í at biðja, tí teir vita, hvussu týðandi bønin er.

Kanska nunnan og mong onnur, hava fingið íblástur og ámming sína frá Nehemia, har tað stendur: “Tá bóðu vit til Guds várs og settu upp varðmenn bæði nátt og dag til at verja okkum móti teimum!” Nehemia 4,9.

Kanska Gud hevur kallað teg til onkran av hesum varðmonnum/kvinnum í okkara tíð?
Tá er tað tín tænasta og uppgáva, sum ber stóra signing til tín og til tey, tú biður fyri.

“Biðið, so skal tykkum vera givið!” segði Jesus.
Tú hevur hoyrt tað, men kennir tú signingina at gera eftir teimum?
Gud leingist eftir at hoyra frá tær, eisini um tú hvørki ert nunna ella munkur.
Hann lurtar og svarar bæði dag og nátt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina