Arbeiðsdagur í Nesvík leygardagin
So er tað leygardagin, at árligi arbeiðsdagurin er í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er ein dagur, har øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur.
Byrjað verður við andakt og morgundrekka klokkan 9, og so verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16. Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á facebook eventinum, telefon 230076, ella sigvald@mission.fo.
Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:
– Timburarbeiði, sum tilsetningar og geriktir
– El-arbeiði
– Gera loftið í nýggju kamarlonunum liðugt (fáa puntar uppundir)
– Rudda ítrivsrúm við meira
– Rudda og hampa runt Leguhúsið.
– Umvæla hegnið millum økið hjá Fiskaaling, og økið hjá Leguhúsinum.
– Vaska kømrini
– Fáa støva/vaska ljósarmaturur í trappuuppgongdum av.
– Fáa støvsogið tribununa í høllini, og turkað støv av á kantunum á rimaveggjunum, ið settir eru upp ímóti veggjunum í høllini.
– Reinsa stóru sofuna í gongini.
– Okkurt annað er heilt vist at gera, so um onkur hevur eitt hugskot ella okkurt átroðkandi, so er bara at siga til. T.d, vaska og rudda soleiðis generelt, ber altíð til.
Húsavørðurin Sigvald Zachariasen leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta Leguhúsinum enn betri. Vónandi verða mong við aftur hesaferð, tí arbeiðsdagarnir muna væl, og úrslitið er til gleði fyri tey mongu børnini, ungu og vaksnu, sum koma á legu og onnur tiltøk í húsinum.
Húsavørðurin letur heilsa, at fólk eru vælkomin at taka onkur amboð við. Serliga verður hugsað um amboð til elarbeiði og timburarbeiði.