Arbeiðsdagur í Nesvík

Arbeiðsdagur verður aftur í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 12. juni. Øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur.

Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.

Tað eru nógvar ymiskar uppgávur, ið skulu gerast, og tí er tørvur á góðum arbeiðsfólki til uppgávur so sum:
 Reingerð
 Mála – bæði inni og úti
 Kanna radiatorventilar og útlufting
 Vindeyðu og listar skulu hava ein umgang ymsa staðni
 Trykkspula rundan um húsið
 Rudda ókrút
 Kanna bjálving av centralvarmarørum og møguliga bjálva har mangul er
 … og mangt annað

Vit vóna, at nógv vilja koma og hjálpa.

Av tí at matur er við, er neyðugt við tilmelding við at ringja til kontórið í Nesvík á tlf. 470000 ella til húsavørðin við at ringja ella senda eini boð á tlf. 230076

Arbeiðsdagur í Nesvík 2020
LES EISINI  Fleiri legur fullteknaðar, aðrar fyllast
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina