Arbeiðsdagur leygardagin

Árligi arbeiðsdagurin verður í Leguhúsinum í Nesvík komandi leygardag 11. juni. Øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur umframt at vaska og rudda.

Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.

Tað er Sigvald Zachariasen, húsavørður, sum leggur uppgávurnar til rættis, og álitisfólk eru til hvørja einstaka uppgávu. Tað er ovmikið at gera til allar hendur, og bæði kvinnur og menn, ung og gomul, kunnu vera við til at gera umstøðurnar í nógv brúkta leguhúsinum enn betri.

𝐍𝐀𝐊𝐑𝐀𝐑 𝐀𝐕 𝐔𝐏𝐏𝐆𝐀́𝐕𝐔𝐍𝐔𝐌
👉 Loft gerast liðug í nýggju kamarslonunum.
👉 Eftirhyggja loft í “gamla” leguhúsinum.
👉 Gera el í nýggju kamarslonunum meira liðugt, t.d. rýmingarljós við rýmingarleiðirnar.
👉 Gera høvuðsreint í køkinum.
👉 Fáa gjørt nógv við nýggja neystið, nýggja durin og terrassu omaná.
👉 Um hurða/vindeygafakið í borðtennisrúminum ikki er skift áðrenn, so skal tað skiftast.
👉 Nógvir punkteraðir rútar skulu skiftast. Her verður serkunnleiki til staðar, men viðkomandi má hava einar 2-3 persónar afturat sær.
👉 Um tað er komið hartil, at tað er klárt viðv. nýggja neystinum, so skal alt sum hevur við útiøkið at gera, flytast úr tí gamla neystinum, og í tað nýggja.
👉 Støva og vaska ljós-armatur í trappu-uppgongdum av.
👉 Støvsúgva tribununa í høllini og turkað støv av á kantunum á rimaveggunum, ið settir eru upp ímóti veggunum í høllini.
👉 Reinsa stóru sofuna í gongini og ymiskt annað fyrifallandi.

Fyri matgerðina er best, um fólk boða frá luttøku á telefon 230076, til sigvald@mission.fo ella við at senda persónlig boð til ‘Leguhúsið í Nesvík’ á facebook.

Vit vóna, at nógv velja at koma og rætta eina hond við henda dagin.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina