Arbeiðsdagur verður í Nesvík í morgin
Í morgin leygardagin 8. juni er árligi arbeiðsdagurin í Nesvík, sum er hvørt ár áðrenn summarlegurnar verða skotnar í gongd. Hetta er ein dagur, har ein rúgva av sjálvbodnum leita sær til Nesvíkar at hjálpa til við at gera leguhúsið klárt til summarið.
Áleið 700 børn eru teknaði til summarlegurnar í ár, og allar legurnar í Nesvík eru fullteknaðar. Enn er pláss á leguni, sum verður í Porkeri seinni í juni. Fyrstu legurnar byrja vikuna eftir at skúlin fer í summarferiu.
Til arbeiðsdagin kunnu øll vera við til alskyns uppgávur so sum reingerð og ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur. Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00. Síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16.
Orsakað av verkfallinum eru helst mong, ið ikki hava nógv brennievni til biltúrin til Nesvíkar. Tí er eitt gott hugskot at fleiri koyra saman – so bjóða øðrum við, um tú hevur møguleika at koyra til Nesvíkar.
Millum arbeiðsuppgávurnar eru
- Mennirnir ið hava arbeitt í virknisrúminum (ítrivsrúminum) halda áfram, har teir sleptu týsdagin
- El-arbeiði
- Gera loftið í nýggju kamarslonunum liðugt (fáa puntar uppundir)
- Rudda og hampa runt Leguhúsið
- Umvæla hegnið millum økið hjá Fiskaaling og hjá Leguhúsinum.
- Vaska kømrini
- Fáa støva/vaska ljós-armaturir í trappu-uppgongdum av
- Fáa støvsogið og turkað støv av á kantunum á rimaveggunum, ið settir eru upp ímótið veggunum í høllini
- Reinsa stóru sofuna í gongini
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Okkurt annað er heilt vist at gera, so um onkur hevur eitt hugskot ella okkurt átroðkandi, so er bara at siga til. T.d at vaskað og rudda soleiðis generelt ber altíð til.
Síggjast í morgin 08 juni 2024 😊