Arbeitt verður at dagføra studiið í Nesvík

Arbeiðið at dagføra studiið í Nesvík er nú komið væl áleiðis. Tekniskar innleggingar í ljóð- og ljósviðurskifti er komið væl áleiðis og gólvteppið er skorið til og okkurt er lagt á.

Sera spennandi verkætlan, ið vit vænta okkum nógv av, tí møguleikin fyri góðum ljóð-og myndaupptøkum hava høga raðfesting.

Her verður teppið borið upp á av góðum og frískum kreftum. Eskild Hansen skipar fyri at skera og leggja teppið á.

LES EISINI  Tann gamli boðskapurin kann eisini sigast við nútíðar myndum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina