Árið 2021 hjá Útimøtibólkinum
Tað, sum árið 2021 bjóðaði uppá, vóru nógvar afturlatnar hurðar. Tað innibar, at eisini nógv tiltøk, bæði verðslig og andalig, vóru avlýst ella skerd. Sigast skal tó, at hetta skapti eisini nógvar møguleikar, sum ikki hava verið so nógv brúktir áður.
Fólk gjørdust meiri sjónlig á netinum. Fleiri – bæði ung og eldri – fóru at brúka tað tekniska og at leggja ymiskt út á netið, so sum møtir, vitnisburðar, sang, ja ymiskt sum lá einum best fyri at gera, ella sum kallið var til. Tað er meiri sjónligt nú, enn tað nakrantíð hevur verið alment av privatfólki, at tað er ikki bara í einum staði, har ein kundi samlast um Guðs orð. Tað er líka sum at ein ísur er brotin.
Fólk gerast meiri og meiri sjónlig, og halda seg ikki aftur, fyri tí, sum tey halda seg sjálvi vera, men eru tey, soleiðis sum Guð hevur skapt tey. Ikki sum ein annar, men sum ein sjálvur er. Vit brenna fyri evangeli’inum. Nú smæðast vit ikki við at vera frammi, enntá um allan heimin á teldu, telefon og á skíggja. Tað sum ikki bar til, gjørdi bara møguleikan enn størri. Guð situr ikki á trónuni og svevur.
Jesus sigur:
Og hann segði við teir:
»Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum!
Mark 16:15
Tá tað ikki bar til at samlast inni, so var samlast úti ístaðin. Útimøtibólkurin var eisini á ferð. Í tríggjar mánaðir á sumri 2021 ferðaðist hesin bólkur runt ymsastaðni hvørt vikuskifti. Á Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og á Sandoynni. Hesi møti vóru vælsignaði. Tað samlaðust nógv fólk. Eisini vóru tað nógv sum tóku lut á møtunum, einstaklingar og bólkar, bæði við vitnisburðum og sangi.
Nevnast kann, at eitt heilt húski, ja, ein heil familja, stóðu fram sum ein sangbólkur, at framføra nakrar lovsang við fleiri stemmum og við spæli.
Hettar minti meg um, tá ið Paulus og Silas møttu fangavørðinum:
Men teir søgdu: »Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.«
Áps 16:31
Solosangarum var ikki mangul uppá. Eingin helt seg aftur. Tað var væl boðað, bæði við sangi og við at boða Guðs orð út á gøtuna. Gott annlegg verður brúkt, so at øll hoyrdu boðskapin væl.
Tað hevur ongantíð verið nøkur forðan at boða uppá henda mátan. Tá ið fólk ikki kundu koma saman, vegna ov nógva smittu, so vóru góðir møguleikar gjørdir til at parkera, so at fólk sótu inni í sínum bilum og lurtaðu.
Eitt útimøti var í novembur. Tá komu fýra 20 ára gamlir kollfirðingar á pallin. Tað var sum pausa var sett á fókið. Hesir høvdu ikki framført áður. Teir tóku fólk á bóli við teimum gávum sum teir ikki vildu goyma til hetta møtið. Væl sungin lovsangur.
Útimøtibólkurin vil takka fyri árið 2021 og ynskja øllum Guðs signing.
Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.«
Matt 28:18-20