Árligi fundurin við stýrini verður 8. september

Á hvørjum árið hittir høvuðsstýrið stýrini fyri staðbundnu arbeiðini kring landið til fund. Soleiðis verður eisini í ár. Fundurin við stýrini verður mikudagin 8. september í Tabor á Toftum. Fundurin byrjar kl. 17 og verður liðugur uml. kl. 20.45. Av tí at døgurði verður, er neyðugt at stýrini boða frá luttøku, og hvussu nógv vera við á fundinum. Hetta verður gjørt við at senda teldupost til aðalskrivaran, Andrias Magnussen – andrias@mission.fo

Fyri nøkrum árum síðani varð avgerð tikin um at bjóða øllum stýrislimum við á fundin, og soleiðis verður aftur í ár. Høvuðsstýrið hevur tvey høvuðsmál á skránni:

• Sambandið millum kirkju og missión. Kirkjuráðsval verður í heyst.
• Sambandið millum lokalu arbeiðini og landsarbeiðið – hvussu gagnnýta vit møguleikarnar?

Tá ið innbjóðingin til fundin varð send út varð sagt, at stýrini hava møguleika at koma við uppskotum til dagsskránna. Hesi uppskot kunnu sendast aðalskrivaranum.

Tað er gott at koma saman á hendan hátt, tí her er møguleiki at tosa um góð hugskot og dagligar avbjóðingar kring landið. Hóast ymiskleika í staðbundnu samkomunum, eru øll saman um missiónina.

LES EISINI  Beinta: Eg kundi ikki siga nei, tí Heimamissiónin hevur givið mær so sera nógv
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina