Árligi fundurin við stýrini 6. september 2023
Mikudagin 6. september verður skipað fyri árliga fundinum við stýrini. Fundurin er fyri allar stýrislimir.
Tað er Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, sum á hvørjum ári bjóðar stýrislimum til hetta óformliga kvøldið.
Yvirskipaða endamálið er at styrkja sambandið millum felagsarbeiðið og arbeiðini í missións- og meinigheitshúsum kring landið.
Fundurin verður í Meinigheitshúsinum í Havn. Av tí at døgurði verður at fáa, er neyðugt at boða frá luttøku, og hvussu nógv koma úr hvørjum stýri, soleiðis at vit vita, hvussu nógv vit skulu gera døgurða til. Tilmeldingin fer fram við at ringja á 470000 ella senda teldupost til info@mission.fo. Tilmeldingarfreistin er mánadagin 4. september kl. 12:00
Fundurin byrjar kl. 17 og endar nakað áðrenn kl. 21, soleiðis at fólk sleppa suður aftur við Smyrli og Teistanum.
Vinaliga sigið hinum stýrislimunum frá, tí hesin telduposturin er bert sendur formonnum/kvinnum.
Við bøn um eitt gott summar og Guds ríku signing yvir missiónsarbeiðið og takk fyri tíðina vit høvdu saman.