Árligi fundurin við stýrini.

Einaferð um árið hittir høvuðsstýrið tey staðbundnu stýrini kring landið. Soleiðis verður eisini í ár. Á skránni er náttverði og kjak um missión bæði heima og úti. Dagurin er settur at vera tann 9. september frá klokkan 17 til 21. Eins og undanfarin ár verður fundurin í Meinigheitshúsinum í Havn.

Saman um missión

Hvørt ár hava stýrislimirnir verið sera glaðir fyri at hitta høvuðsstýrið og aðrar stýrislimir. Tað er gott at koma saman á hendan hátt, tí her er møguleiki at tosa um góð hugskot og dagligar avbjóðingar kring landið. Hóast ymiskleika í staðbundnu samkomunum, eru øll saman um missiónina.

Áðrenn fundin hava eisini stýrini havt møguleika at koma við uppskotum til dagsskránna. Tað gevur bæði høvuðsstýrinum og stýrunum kring landið møguleika at koma við evnum, sum tey hava tørv á at fáa viðgjørt. Á skránni í ár eru fýra mál. Fíggjarætlan fyri teir nýggju trúboðararnar, hvussu Trúboðin.fo kann mennast enn meir sum pallur til missión bæði heima og víða um heimin, kjak um møguleikar og avbjóðingar í staðbundna arbeiðnum og kjak um sunnukvøldsmøtið, sum kjarnin í arbeiðnum.

LES EISINI  Árligi fundurin við stýrini verður 8. september

Tilmelding krevst

Fyri at fylgja teimum almennu tilmælunum í samband við smittuvanda, er í ár bert pláss fyri tveimum stýrislimum frá hvørjum stýri. Fyri at vita viðvíkjandi mati er neyðugt við tilmelding. Tað ber til at tekna seg við at skriva til Andrias Magnussen, aðalskrivari, til andrias@mission.fo ella við at seta seg í samband við skrivstovuna í Nesvík á telefon 470000

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina