Ársins herðaklapp til Sólfríð Mariu í Rók og Spírar

Í sambandi við aðalfundin hjá Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH), sum var í Vesturkirkjuni 9. mai 2024, handaði formaðurin fyri KLH, Sonni Jacobsen, Sólfríð Mariu í Rók ársins herðaklapp.

Sólfríð gerð eitt stórt arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Limir felagsins kundu atkvøða um uppskot til herðaklappið á FB-síðuni hjá felagnum, gjøgnum Messenger og við telduposti. Tað var eingin ivi um, at Sólfríð fekk væl flestar atkvøður.

Formaðurin kunngjørdi vinnaran á fundinum og segði m.a. “Sólfríð hevur gjørt og ger eitt megnar arbeiði við digitalum sunnudagsskúla, sum kallast Spírar. Her liggur nógv orka, hugskot og arbeiði, sum Sólfríð stendur aftanfyri og ger stóran part av sjálv. Hetta er ein so góður og inspirerandi sunnudagsskúli, sum øll børn í landinum og uttanlands hava møguleika at síggja og hoyra. Fantastiskt arbeiði. Hon hevur veruliga uppiborið ársins herðaklapp.”

Eisini handaði formaðurin Sólfríð ein gávupakka og eitt vakurt blómutyssi.

Til seinast á fundinum greiddi Sólfríð frá um arbeiði hon gerð við Spírum og um framtíðarætlanir.

LES EISINI  Ukrainska Bíbliufelagið
Sólfríð Maria í Rók stendur fyri Spírar. Myndina hevur Harald Petersen tikið.

Vilt tú investera í Spírum?

Í samband við at Sólfríð Maria fekk ársins herðaklapp frá Kristiligt lurtara og hyggjarafelag fyri arbeiði í Spírum, er tíðin komin at vísa okkurt av tí, sum hon (saman við yvir 50 sjálvbodnum) situr og arbeiðir við.

> Sí filmsbrot um at stuðla Spírar

Spírar er partur av Føroyska Bíbliufelagnum.

Støðan: Spírar tørvar meira fíggjarligan stuðul

Tað hevur gingið heldur striltið síðstu mánaðirnar við Spírar 2, tí at tað hevur verið serliga nógv umsiting, umsóknir, framløgur o.l. á skránni.

Í heyst varð Hugsjón 2035 løgd út, sum lýsir ambitiøsar ætlanir um at hava sjey røðir úti í 2035 við yvir 1600 innsløgum. Men skal hetta eydnast, so má stuðul til, og meira støðugur stuðul. Tí sum nú er, fer alt ov lang tíð til at tosa UM Spírar heldur enn at gera Spírar.

– Vit hava evnini, viljan og umstøðurnar at gera tilfarið, skrivar Bíbliufelagið á heimasíðu sínari. Hevði hetta verið ein sjónvarps verkætlan, hevði hetta kostað fleiri fleiri milliónir árliga. Men við so nógvum sjálvbodnum, so er talan einans um 1,5 mió. árliga. Vit tosa um fleiri hundraðtals uppbyggjandi og glað innsløg til føroysku børnini! 

LES EISINI  Seinasta nýggja frá Bíbliufelagnum í Ukraina

Vilt tú stuðla Spírum og virka til at arbeiðið kann halda ótarnað fram og geva yvir 1600 innsløg út, kanst tú flyta eina gávu á konto 6460 – 569.499.1

Heimasíðan spirar.fo verður dagførd í ár, og ein telefon app er eisini ávegis. Tá verður munandi betri at finna, spæla og brúka tilfarið.

Kelda: Føroyska Bíbliufelagið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina