Ársmøtið 2017: Tí at so elskaði Gud heimin”

Leygardagin heldur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Hetta er árligi dagurin, tá rørslan kemur saman um tað víðfevnda arbeiðið, sum verður gjørt. Í ár er dani gestatalari. 

Heimamissiónin er ein kirkjulig rørsla, og virksemi hennara fevnir víða, bæði á landi, millum sjófólk og uttanlands. Heitið í ár er “Tí at so elskaði Gud heimin”, sum má sigast at vera kjarnin í kristna gleðiboðskapinum. Soleiðis verður ársmøtið eisini merkt av, at tað í ár eru 500 ár síðani luthersku reformatiónina.

Annars er fyrsta tiltakið á skránni longu fríggjakvøldið, tá eitt felagsungdómsmøti er. Tá talar danin Finn Aasebø Rønne um heimsmissión og nýggi bólkurin “Foundation” syngur.

Leygarmorgunin verður byrjað við pallborðsfundi um evnið “Hvat merkir tað at vera ein luthersk og kirkjulig rørsla anno 2017?” Seinnapartin verður greitt frá virkseminum hjá Heimamissiónini seinasta árið, og um kvøldið er møti. Tá talar Finn Aasebø Rønne aftur og Taborkórið syngur. Ársmøtið endar við lovsangsløtu leygarkvøldið.

Meira fæst at vita á www.mission.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin til Ársmøtið 2017!