Ársmøtið 2023

Leygardagin 6. mai var Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Ársmøtið varð hildið í Leguhúsinum í Nesvík, har byrjað varð við morgunmati. Kl. 10 hevði Sprint Aagaard Korsholm ein fyrilestur um, hvat náðigávur er, og hvussu vit kunnu kenna mun á náðigávum og vøggugávum. Fólk í salinum komu eisini við spurningum og viðmerkingum. Síðani var døgurði.

Eftir døgurða vóru frágreiðingar frá arbeiðnum.

Í formansfrágreiðingini greiddi fráfarandi formaður Símun P. Jacobsen frá nøkrum av tí, sum hann hevði arbeitt fyri ta tíðina hann hevur verið formaður í høvuðsstýrinum. Nøkur mál vórðu nádd, meðan á øðrum økjum var enn nógv arbeiði eftir, og vildi formaðurin fegin eggja missiónsfólkunum at vera við í fjølbroytta arbeiðnum og bjóða seg fram. Símun nýtti eisini høvið at takka øllum fyri tíðina. At bæði formaður og aðalskrivari fara frá samstundis kann tykjast møtumikið, men Símun segði, at tað kundi avgjørt eisini vera ein møguleiki.

Aftaná formansfrágreiðingina hevði Andrias Magnussen, aðalskrivari, sína arbeiðsfrágreiðing, har hann greiddi frá tí fjøllbroytta og umfatandi arbeiðnum, sum Kirkjuliga Heimamissiónin ger. Kunnað varð um øll tey løntu starvsfólkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Har ímillum varð nevnt, at arbeitt hevur verið við at seta miðlafólk í fulltíðarstarv á Trúboðanum, men hetta er ikki eydnast enn. Eisini varð nevnt, at søkt hevur verið eftir skrivstovulærlingi og tilgongdin við at seta møguligan lærling byrja í vikuni. Andrias heitti á fólkini, sum vóru tilstaðar um at biðja fyri øllum starvsfólkunum og at Gud má kalla fleiri starvsfólk.

LES EISINI  Skrá fyri Ársmøtið 2023

Í arbeiðsfrágreiðingini nevndi aðalskrivarin eisini, at avtala er gjørd við føroyskan veitara um at dagføra spæliplássið í Nesvík. Pengarnir verða tiknir av gávuni frá Barnahjálpargrunninum. Ein onnur stór dagføring av Leguhúsinum verður eisini framd seinni í summar, tá ið øll vindeygu og úthurðar í eldra partinum av Leguhúsinum verða skift út. Hetta kemur at bøta munandi um bjálvingina av Leguhúsinum og harvið minka nógv um oljunýtsluna. Íløgan er mett at kosta uml. 1,25 milliónir kr.

Til endans nýtti Andrias Magnussen høvið at takka øllum fyri hesi fimm árini hann hevur verið aðalskrivari. Starvsfólkini, bæði núverandi og tey, sum eru farin úr starvi, fingu eina serliga tøkk og nøkur rósandi orð við á vegnum.

At enda var fíggjarfrágreiðing, har Mirjam Haraldsen frá Spekt legði ársroknskapin fram. Ársúrslitið var ein millión í yvirskot. Stórur partur av hesum peninginum er longu brúktur til at gjalda skuld o.a. Veruliga økingin í tøkum peningi var tí einans 150.000 kr. Seinni verður ársroknskapurin lagdur út á mission.fo, har tað eisini ber til at síggja allar ársroknskapirnar aftur til 2010.

LES EISINI  Myndir frá ársmøtinum.

Eftir kaffi var eitt pallborð, har evnið var “Komið tosið um Jesus”. Øssur Kjølbro leiddi pallborðið, har Jákup Brúsá, Joan Niclassen og Signar á Reynatrøð vóru við. Nógvir ymiskir tankar og hugskot koma fram, hvussu vit kunnu tosa við menniskjum um Jesus. Semja var í pallborðinum um, at tað er umráðandi at hava eitt gott samband við fólk og at vísa teimum umsorgan og ikki “banka” fólk í høvdið við Bíbliuni. Tó skal eisini verða tikið av teimum møguleikum sum koma, til at tosa um Jesus m.a. við at undrast um lívið og ymisk etisk evni, sum eru uppi í tíðini.

Eftir nátturða var møtið, har Sprint Aagaard Korsholm talaði og New Praise framførdu. Eisini var vitniløta á skránni. Ímóti endanum á møtinum takkaði Andrias Símuni fyri tíðina hann hevur verið formaður og handaði honum eitt blómutyssi. Høvuðsstýrið hevði planlagt at takka bæði Símuni og Andriasi fyri tíðina og fingu teir hvør sína kurv. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, fekk eisini eina kurv sum tøkk fyri trúgva tænastu ígjøgnum 30 ár sum sjómanstrúboðari í Føroyum. Áðrenn hetta var Torleif sjómanstrúboðari á Bornholm í tvey ár. Símun P. Jacobsen, formaður, endaði møtið við nøkrum tankum áðrenn hann takkaði fyri tíðina. Síðani lýsti hann signingina og møtið varð komið at enda.

LES EISINI  Stórmøti - ársmøti leygardag

Eftir kaffi var síðsta punkt á skránni fyri Ársmøtið – ungdómsmøti, har Alfred Petersen úr Havn talaði og Guðrið og Teitur framførdu. Tá ið ungdómsmøtið nærkaðist endanum fekk Beinir Langgaard, formaður í Lands Ungdóms Nevndini (LUN), orðið og takkaði Judith Johannesen fyri tíðina hon hevur verið partur av LUN. Eftir sjey ár í nevndini fer Judith úr LUN. Andrias Magnussen, aðalskrivari, takkaði eisini Judith fyri tíðina og gav henni eina bók.

Samanumtikið var Ársmøtið væl eydnað við góðum felagsskapi, undirvísing, sangi og mati.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina