Ársmøtið útsett til 15. mai

Kirkjuliga Heimamissiónin heldur á hvørjum ári Ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Ársmøtið er ein dagur, tá ið rørslan á ein serligan hátt kemur saman um tað víðfevnda arbeiðið, sum verður gjørt. 

Ætlanin var, at Ársmøtið skuldi vera í Nesvík 20. mars, men er útsett til 15. mai ístaðin. Útlitini at hava ársmøtið sum vanligt verða mett at vera betur 15. mai.

Um ikki er gjørligt at samlast tá, so verður Ársmøtið á netinum eins og í fjør.

Í samband við Ársmøtið er ætlanin at skipa fyri einum felagsungdómsmøtið fríggjakvøldið 14. mai.

LES EISINI  Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við felagsskapi og reflektión um missiónsarbeiðið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina