Ársmøtið verður 25. mars
Leygardagin 25. mars verður ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Leguhúsinum í Nesvík. Ársmøtið er árliga høvið, tá ið øll rørslan kemur saman, millum annað til at hoyra meira um arbeiðið seinasta árið. Tiltøk eru á skránni fyrrapart, seinnapart og um kvøldið. Men longu fríggjakvøldið er stórt felagsungdómsmøti í Leguhúsinum.
Heitið fyri ársmøtið 2017 er “Tí at so elskaði Gud heimin!” Hetta er byrjanin og kjarnin í gleðiboðskapinum. Eisini verður ársmøtið merkt av, at tað í ár eru 500 ár síðani reformatiónina.
Longu fríggjakvøldið er stórt felagsungdómsmøti, sum HeimaMissiónsUngdómur skipar fyri. Danin Finn Aasebø Rønne talar um heimsmissión, bólkurin “Foundation” syngur og spælir, og aftaná verður drekkamuður.
Leygarmorgunin verður pallborðsfundur, har innlegg og orðaskifti verður um, hvat tað merkir at vera ein luthersk og kirkjulig rørsla anno 2017. Seinnapartin verða árligu frágreiðingarnar frá arbeiðinum, formansfrágreiðing, arbeiðsfrágreiðing og fíggjarfrágreiðing. Síðani er orðið frítt til viðmerkingar, spurningar, hjartasuff, rís og rós.
Hæddarpunktið á ársmøtinum er leygarkvøldið. Tá verður møti, har Finn Aasebø Rønn talar um evnið “Vegurin er opin”, og Taborkórið syngur. Eftir ein drekkamunn verður lovsangsløta. Fyri ein sámuliguan kostnað verður aftur í ár høvi at gista í Leguhúsinum leygarnáttina (náttina millum fríggjadag og leygardag), og somuleiðis verður møguligt at fáa døgurða og nátturða leygardagin. Neyðugt er við tilmelding til at sova og til máltíðirnar, og tað ber til at tekna seg her.