Ársskráin fyri 2020 yvir landstiltøk hjá Kirkjuligu Heimamissiónini er klár

Nú er ársskráin løgd fyri landstiltøkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í 2020. Ársskráin inniheldur øll tey føstu tiltøkini, sum Heimamissiónin skipar fyri, eins og høvuðstiltøk hjá nøkrum felagsskapum, sum Heimamissiónin samstarvar við (í tann mun tey longu eru løgd). Ársskráin ger tað lættari at leggja onnur tiltøk til rættis, so fleiri stór tiltøk ikki liggja samstundis, um tey eru ætlað sama málbólki. Ársskráin liggur til eina og hvørja tíð á kalendaranum á mission.fo.

Samstundis klárt at leiga Leguhúsið í Nesvík

Nú skráin er løgd fram til ársenda 2020, er eisini greitt, hvørjar dagar Leguhúsið í Nesvík er tøkt at leiga. Tey, ið ynskja at leiga Leguhúsið, kunnu venda sær til landsskrivstovuna hjá Heimamissiónini í Nesvík. Tú kanst velja millum hesar møguleikar:

  • Vitja heimasíðuna hjá leguhúsinum og fyll út teigarnar her.
  • Far inn á gólvið á landsskrivstovuni í Nesvík (norðari endi) mánadag-fríggjadag millum klokkan 9 og 15.
  • Ring á 470000 mánadag-fríggjadag millum klokkan 9 og 12, fríggjadag tó til klokkan 15.
LES EISINI  TEY NÁDDU TAÐ !!!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina