Asbjørn Handeland vitjar missiónsvikuna á Strondum

Í komandi viku verður missiónsvika í missiónshúsinum á Strondum. Í tí sambandi fáa tey vitjan av einum norskum trúboðara. Hann eitur Asbjørn Handeland, er føddur í 1973 og er giftur við Brynhild, sum er úr Kona í Norheimsund, sum liggur ein tíma frá Bergen. Tey eiga trý børn.

Asbjørn sjálvur er úr eini bygd á Suðurlandinum, sum eitur Eiken. Har búgva umleið 1000 fólk. Foreldur hansara vóru bøndur. Asbjørn og Brynhild hava fyri tað mesta búð á Suðurlandinum, men eitt skifti búðu tey í Tromsø. Asbjørn hevur arbeitt á Fjellheim Bibelskole. Í dag er hann sjálvstøðugur vinnurekandi, men hann hevur tó mest fingist við at boða Guðs orð. Í sínum ungu døgum gekk hann á Kongshaug folkehøgskole, og har hitti hann tveir føroyingar, og tað er annan av teimum, sum hann vitjar í komandi viku, samstundis sum hann talar til møtini í vikuskiftinum á missiónsvikuna á Strondum.

Evnið, hann fer at tala um, kallar hann á norskum “hellig identitet”. Hann fer at tosa um samleikan, sum trúgvandi menniskju hava. Um synd og náði, fyrigeving og lívið í Guði. Eisini fer Asbjørn at hava ein bíbliutíma leygardag um lógina og evangeliið, sum tekur støði í hansara persónliga vitnisburði, og á ungdómsmøtinum leygarkvøldið talar hann út frá 3. Jóh,2 um tekin og undur. Øll eru sjálvandi vælkomin til øll hesi møtini og restina av møtunum á missiónsvikuni.

LES EISINI  Video: Nýggja missiónshúsið í Rituvík er nú vígt 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina