AT FØLNA GLAÐUR

Tí falla vit ikki í fátt, men um so okkara ytra menniskja ferst, tá verður tó okkara innara menniskja endurnýggjað dag frá degi.
2. Kor. 4,16

Tað er ikki lætt at følna glaður, segði einaferð eitt roynt kristið menniskja við ein prest. Og satt er tað. Vit vilja sleppa at nýta øll liviár okkara, tá ið bøurin grønkast og blómurnar spretta. Vit vilja ikki farast og hvørva burtur. Tí kunnu vit spyrja: Er tað gjørligt at følna glaður?

Vit vita, at vit skulu følna. Menniskjan er sum blóman og grasið, um várið blómar alt, um heystið følnar alt og doyr. Sum árini fara vikna vit, og máttloysi, líðing og deyði nærkast. Mong kveistra hetta burtur og vilja ikki hugsa um tað; men best er at taka sær um reiggj, og góðtaka henda veruleikan.

Hetta minnir okkum á, at Gud fyrireikar okkum til dýrdina við so líðandi at fáa okkum at sleppa takinum um hetta lívið. Vit gerast øll eldri, men ikki við sama desperata innsatsinum at varðveita okkara ungdóms vakurleika fyri hvønn prís. Heldur skulu vit eldast við tí djúpa friði og gleði, ið kemur av at vita, at tað at gerast eldri er Guds vísa ætlan til heilaggering.

So eru vit búgvin at fara undir hesa miklu uppgávuna: at kunna følna glaður, og hesum eru vit ikki før fyri sjálv. Hetta mugu vit læra í Guds skúla.

Í Kristusi fær lívið virði, og hann, sum frelsir okkum frá tí ónda – frá syndini – hann frelsir okkum eisini bæði frá deyðanum og deyðaræðsluni.

Kristus lærir okkum at bíða eftir tí lívgandi várinum, og talar um hveitikornið, sum má doyggja, áðrenn tað ber frukt. Vegurin til lívið gongur ígjøgnum deyðan. Hetta er tann eirindaleysa og gátufulla lógin, sum vit ikki sleppa undan.

Tí eru hyggjuráðini: Nærri vit koma Jesusi, lættari er biðja farvæl. Ongin fagur bøur, ongi vísindi, ongin skaldskapur, ongin sum kann læra okkum hetta, men aleina orðið um Gud og krossin.
T og Christianity Today: Wayne grudem

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina