At skugga sær

Sælur er tann… sum skjól sær søkir í skugga almáttugans.

Sl 91:1

Hetta versið er sera viðkomandi í hesum døgum. Hitin her í Ísrael liggur um 35 stig.

Jú, jú, eg sigi ikki nei til nakrar fløvandi strálur, sum við tíðini geva eitt sindur av liti. Og tað er slett ikki so galið at svimja í heita Miðjarðarhavinum ella at sita uttanfyri og eta ein góðan bita.


Heima á klettunum eru týdningarmestu tíðindini veðurtíðindini, og týdningarmesta plaggið er ein góður jakki, sum tolir bæði vind, regn og kulda.

Her eru bæði veðurtíðindini og jakkin óneyðug.

Skuggin hinvegin hevur stóran týdning.

Eitt orð, eg ikki kendi áðrenn, kom undan kavi í dag: “at skugga sær”. Hetta líkist orðinum og gerðini “at sóla sær”, men hetta verður tó gjørt í skugga. At liggja í skugganum undir einum træi ella undir einum hálvtaki er slett ikki so galið. Ja, satt at siga, klári eg ikki at liva uttan skuggan.

LES EISINI  Forholdið millum Guð og syndaran.

Og nú koma vit aftur til versið. Á sama hátt, sum vit hava tørv á at leita inn í skuggan av einum træi, tá ið sólin verður alt ov heit, hava vit tørv á at leita inn í skuggan av Gudi, tá ið umstøðurnar gerast ov “heitar”.

Tá ið vit lata Gud sleppa at gera umstøðurnar hjá okkum meira hóskandi, eins og skuggin av trænum, fáa tær eina heilt aðra ávirkan á okkum. Tað er eins og tær broyta temperatur, og gleðin um svalandi skuggan fær okkum at uppliva Gud meira nærverandi, og vit kenna okkum nærri knýtt at honum.

Køvandi hitin verður ikki so tungur longur, ella køvandi umstøðurnar kennast lættari.

Men áðrenn tað hendir, mugu vit flyta okkum inn í skuggan.

Rósalind Olsen hevur skrivað

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina