At trúgva við hjartanum og játta við munninum

Í Rómverjabrævinum skrivar Paulus hesi orð: “Tí at um tú játtar við munni tínum, at Jesus er harri, og trýr í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, tá skalt tú verða frelstur; tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu”. (Róm 10,9-10)

Tað er vanlig hugsan, at hesi bíbliuversini snúgva seg um okkara viðurskifti við okkara medmenniskju. Um vit játtað Jesus fyri okkara medmenniskjum, verða vit sjálv frelst. Tí hava fleiri kristin stórar trupulleikar við hesum versunum og ivast í, um tey veruliga eru frelst. Orsøkin er, at tey halda, tað er so trupult at siga øðrum, at tey hoyra Harranum til. Kanska tú kennir teg aftur í hesum?

Er tað rætt, at vit verða frelst vegna okkara viðurskifti við onnur menniskju? Sigur Bíblian tað? Nei. Bíblian talar øðrvísi. Frelsa er nakað, sum hevur við okkara viðurskifti við Gud at gera!

Og tað er soleiðis, vit skulu lesa Rómverjabrævið 10,9-10. Her talar Paulus um okkara viðurskifti við Gud, ikki um viðurskiftini við okkara medmenniskju.

LES EISINI  Hvat er at biðja?

Tað snýr seg um tvey ting: At trúgva við hjartanum og játta við munninum. Trúgvin er tað álit, sum Gud sjálvur skapar í okkara hjørtum, tá evangeliið um Jesus verður boðað. “So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt; men tað, sum verður hoyrt, kemur gjøgnum orð Krists.” (Róm 10,17)

Tað hendir nakað innan í okkum, tá orðið um Jesus ljóðar. Vit skilja, at hetta hevur við okkara støðu at gera. Vit fáa brúk fyri Jesusi, og kenna ein tørv at taka tað til okkum, sum Bíblian fortelur um Jesus. Hetta álit kallar Bíblian fyri trúgv.

Játtan er tað, sum hendir, tá ið vit persónliga taka undir við tí, sum vit hoyra. Vit taka ímóti Jesusi við at taka ímóti boðskapinum um hann. Vit siga við Gud: “Takk fyri tað, sum eg havi hoyrt um Jesus. Eg skilji, at hetta er nakað, sum eg havi brúk fyri. Lat ta frelsu, sum Jesus hevur fullgjørt, eisini verða galdandi fyri meg”.

LES EISINI  JESUSVEGURIN

“Men eg seti mítt álit til tín, Harri, eg sigi: Tú ert Gud mín! Í tíni hond eru forløg míni!” (Sl 31,15-16). Soleiðis játta vit. Til frelsu.

Bíblian talar eisini um at játta Jesus fyri menniskjunum. Men hetta skulu vit ikki gera fyri at verða frelst, men tí vit eru frelst.

Sama meginregla er galdandi, tá tað snýr seg um at játta okkara synd. Vit játta okkara synd fyri Gudi og verða frelst. Vit játta okkara syndir fyri hvør øðrum, tí vit eru frelst.

Vit vístu til Rómverjabrævið 10,9-10. Hygg nú, hvussu rætt tað er, tá Paulus heldur fram í versunum 11-13: “Tí at skriftin sigur: “Hvør tann, sum trýr á hann, skal ikki verða til skammar.” Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka; tí at hin sami er harri hjá øllum, fullríkur fyri øll tey, sum ákalla hann. Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur”.

 

LES EISINI  Fullkomin frelsa

Til umhugsanar…

Les Róm 10,1-17

Hvat sigur hesin bíbliupartur tær um, hvussu eitt menniskja verður frelst?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Torfinn Jacobsen týddi.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina