Augsburgska trúarjáttanin V: At liva lívið eftir Guds vilja

Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Fimta grein í røðini snýr seg um at bera góða frukt.

”Somuleiðis læra tey, at henda trúgv eigur at bera góða frukt og gera góðar gerningar, ið Gud hevur fyriskipað eftir vilja sínum, og ikki fyri at vit skulu líta á, at vit við hesum gerningum verða rættvísgjørd fyri Gudi” (úr 6. grein).

“Um samfelagsviðurskiftini læra tey, at lógfestar samfelagsskipanir eru Guds góðu gerningar, at loyvt er kristnum monnum at…” (síðani verða ymisk dømi nevnd, ið hava við ‘verðsliga’ samfelagið at gera, og sum trúgvandi kunnu fáast við) (úr 16. grein).

“(Tey) læra, at tað er neyðugt at gera góðar gerningar, ikki í tí treysti, at vit við teimum skulu vinna okkum náðina, men tí tað er Guds vilji. Men fyrigeving syndanna og náðina fáa vit einans við trúnni. (…) uttan trúnna kann menniskjuliga náttúran á ongan hátt gera teir gerningar, sum fyrsta og annað boð krevja. Uttan trúgv ákallar hon ikki Gud, væntar sær einki frá Gudi, tolir ikki krossin, men søkir sær menniskjuliga hjálp og lítur á hana” (úr 20. grein).

Eg hoyrdi einaferð um ein bókaseljara hjá Indre Missión, sum hevði tað kallið at ganga til teir ymisku bóndagarðarnar í Danmark at boða gleðiboðskapin og selja bøkur. Hesin kom einaferð til ein bóndagarð, har hann slapp at halda eitt møti. Eftir møtið upplivdi hann tað fantastiska, at ein av húskallunum tók við trúgv. Eftir hetta fór bókaseljarin víðari.

LES EISINI  Lívsvirði               

Árið eftir kemur hann aftur til sama bóndagarðin og er ógvuliga spentur at hoyra frá húskallinum um, hvussu gongur við trúnni. Tað er eisini tað fyrsta, hann spyr, tá hann ber eyga á hann. Húskallurin tekur hann eitt sindur burturfrá, og so teskar hann bókaseljaranum í oyrað: “Jú, tað gongur sera væl. Eingin hevur funnið útav tí enn!”

Tað, at vera ein kristin, er ikki eitt lív uttan ávirkan frá Gudi. Tað er ikki eitt lív, har tú ert frelstur – og so kanst tú liva lívið, sum tær lystir. Tað at vera kristin er meir enn bara at trúgva gleðiboðskapinum. Men hin kristni vil ikki byggja sítt lív á annað enn tað, sum hann hevur fingið av Guds náði.

Hetta er ein sera týdningarmikil boðskapur:

Ein verður bert frelstur av trúgv; men trúgvin kann ikki vera gerningar fyriuttan!

So er spurningurin: Hvussu liva vit so eitt lív eftir Guds vilja?

Útgangsstøðið er Guds náði

Eitt lív eftir Guds vilja byrjar altíð við Gudi. Gud, sum eggjar okkum. Gud, sum vísir okkum, at vit einki kunnu av okkum sjálvum. Tað er Gud, sum opinberar fyri okkum alla okkara synd. Vit eru hjálparleys uttan Gud. Vit kunnu ikki finna kraftina til at liva eftir hansara vilja í okkum sjálvum. Men har er eitt stað, har vit hóast alt kunnu fáa megi til eitt gott andligt lív. Tað finna vit ikki við at nærlesa Guds heilagu lóg. Vit finna tað ikki við at duga tey tíggju boðini uttanat. Men harafturímóti við at vit síggja hansara náði og fyrigeving.

LES EISINI  Nýtt lív - í nýggjum klæðum

“(Guds náði) uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi…” (Tit 3,12).

Tað er Guds náði og ikki Guds halga lóg, sum fær hin kristna til at vera lýðin móti Gudi.

Tað er boðskapurin um, at hin trúgvandi er frelstur av náði, sum fær hann at elska Guds lóg. Hetta er okkara útgangsstøði. Náðin fær okkum til at liva rætt. Náðin gevur okkum kraft og styrki til at tekkjast Gudi.

Sjálvar gerðirnar

Eg verði ikki brennandi fyri Jesus, við at hann sigur mær, hvat eg skal gera fyri hann, men við at hann boðar mær, at hann fyrigevur mær og altíð er við mær. So er næsti spurningurin: Hvat vil Gud so hava, at eg skal gera?

Her kemur lógin inn.

Lógin er ein vegleiðing um, hvussu eg eigi at liva tað lívið, sum náðin gevur mær styrki til.

Og tá eg sigi ‘lógin’, so hugsi eg ikki um allar forskriftirnar í Gamla Testamenti; men eg hugsi um tey tíggju boðini – eg hugsi um fjallataluna (Matt, kapitlarnir 5-7) – eg hugsi um áminningarnar frá Paulusi og so framvegis. Her fái eg ítøkiliga vegleiðing til eitt lív eftir Guds vilja. Og tá eg nærlesi hesa andligu lógina, tá síggi eg ymiskt. Til dømis at fyrsta og týdningarmesta boðið er, at eg skal elska Gud mín og næsta mín! Geri eg hetta, so uppfylli eg restina við.

LES EISINI  Gleðiboðskapurin um halganina

Eitt annað, eg eisini síggi, er, at tað at fylgja Guds vilja er meir enn bara at fylgja sokallaðum andligum ella kirkjuligum lógum. Nei, eisini verðsligum lógum og myndugleikum eigi eg at boyggja meg fyri (sí Róm 13,1-7). Eisini verðsligir góðir siðir eru, um teir ikki stríða ímóti Guds orði, góðir kristiligir siðir. Til dømis at hava løgreglu, dómstól, landsstýri… ja, at giftast, gera hernaðarskyldu og so framvegis.

At liva eitt lív eftir Guds vilja er sostatt at fylgja hansara boðum, harvið elska hann og næstan, og liva eitt moralskt og kærleiksfult lív í hesum heimi.

Húskallurin, sum vit hoyrdu um, hevði ikki skilt hetta. Hann hugsaði: “Ja, ja, tað er jú super at koma í paradís; men tað skal altso ikki hava nakað at týða fyri meg nú!” Guds orð sigur harafturímóti, at æviga lívið er longu byrjað her á fold; tí galda sjálvandi Guds góðu lógir eisini nú.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina