Augsburgska trúarjáttanin VI: Hvar er Guds kirkja?

Hvønn leygardag næstu tíðina gjøgnumgongur Trúboðin eina grein í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Jón Poulsen, prestur í Danmark, hevur skrivað, og greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Sætta grein í røðini snýr seg um Guds sonnu kirkju.

”Somuleiðis læra tey, at tað altíð fer at vera ein heilag kirkja. Men kirkjan er samfelag teirra heilagu, har evangeliið verður boðað reint, og farið verður um sakramentini á rættan hátt. Til sanna einleika kirkjunnar er tað nóg mikið at vera samd um at boða evangeliið, og hvussu farið eigur at verða um sakramentini.” (úr 7. grein)
”Hóast kirkjan í roynd og veru er samkoma teirra heilagu og satt trúgvandi, so er tó loyvt at taka við sakramentum, ið givin verða av óndum menniskjum… Sakramentini og orðið eru virksom eftir fyriskipan og boði Krists, hóast tey verða givin av óndum menniskjum.” (úr 8. grein)

Eitt fólk

”Men eg áminni tykkum, brøður, fyri navns várs harra Jesu Krists skuld, at tit allir mega vera á einum máli, og at ikki má vera tvídráttur tykkara millum, men at tit mega vera fullkomiliga sameindir í sama huga og í somu hugsan. Tí at mær er sagt um tykkum, brøður mínir, av teimum hjá Kloe, at tað er klandur tykkara millum. Eg meini við hetta, at ein og hvør tykkara sigur: “Eg eri í parti Paulusar”, “eg eri í parti Ápollosar”, “eg eri í parti Kefasar”, “eg eri í parti Krists”. Er tá Kristus býttur sundur? Var tað Paulus, sum varð krossfestur fyri tykkum? Ella var tað til navns Paulusar, tit vórðu doyptir?” (1 Kor 1,10-13)

Hevði Paulus sæð, hvussu kirkjan er vorðin, so rokni eg við, at hann hevði grátið.

Meiningin hevur ongantíð verið, at vit skulu vera spjadd í fleiri ymisk trúarsamfeløg, um vit so kalla tað: Lutheranarar, hvítusunnuvinir, brøðrarsamkoma og so framvegis. Guds ætlan við sínum kirkjuliði var, at vit skuldu vera eitt fólk. Tí mugu vit halda fram at stremba fram ímóti tí.

Men tá ið tað er sagt, hvar er so Guds kirkja ella samkoma í dag? Eg haldi, at hesin spurningur kann svarast uppá tveir mátar:

  1. Kirkjan er har, sum kristin fólk eru. Kirkjan er á skúlunum, á arbeiðsplássunum, í heimunum og so framvegis. Kirkjan er eisini í missiónshúsunum, í bíbliubólkunum, í loynikømrunum og líknandi. Her hugsi eg um kirkjuna, út frá hvar tey kristnu eru!
  2. Kirkjan er har, sum Guds fólk koma saman at biðja, hoyra prædiku og taka ímóti sakramentunum. Her hugsi eg um kirkjuna, út frá sjálvari læruni.

Og tað er hetta seinna, sum vit fyrst og fremst brúka eitt sindur av tíð uppá nú.

Kirkjan

Tað er týdningarmikið at kunna gera greitt, hvar og hvør tað sjónliga kirkjuliðið er. Í Gamla testamenti er tað Ísraels fólk, sum er Guds kirkjulið á jørð. Tey eru Guds kirkjulið, við tað at tey eru ísraelsfólk og trúgva á hansara umsorgan og miskunn, tey hava umskeringina, tey ofra í templinum og so framvegis. Tá ið tey víkja frá trúnni og hesum, sum tá var knýtt at trúnni, so missa tey rættindini, sum fylgja við tí at vera Guds fólk. Tey falla úr náðini (sí Hós 1,9).

Eisini í Nýggja testamenti er kirkjuliðið nakað ávíst. Her er tað tey, sum eru doypt, trúgva, koma saman um orðið og lovprísan, og sum eta og drekka av Harrans likami og blóði, sum eru Guds kirkjulið. Og líka sum á gamlatestamentligari tíð, so missur ein himmalsku barnakorini, um ein víkur frá hesum, um ein víkur frá trúnni.

Um vit taka saman um; hvar er so kirkjan í dag? Jú, hon er har, sum orðið um Jesus verður prædikað, og har tú verður doyptur og tekur við Jesu ofri við altarborðið.

So eru tað altso ikki siðir, sum vísa, hvar Guds kirkja er.

Um ein syngur sálmar ella nýmótans lovsong, er hetta ikki við til at vísa, um vit hava eina rætta ella skeiva kirkju. Um vit hava skrivaðar ella spontanar bønir, ger ikki av fyri okkum, um vit hava við eina rætta gudstænastu at gera. Tað, sum heur týdning, er læran um gleðiboðskapin og sakramentini. Og hetta áttu øll kristin at verið samd um.

Hinar samkomurnar

Men hvat so við hinum samkomunum? Hvat so við brøðrasamkomuni og hvítusunnufólkunum? Eru tey ikki Guds børn?

Um eg skal vera heilt ærligur, má eg viðganga, at eg haldi, at tey lesa Bíbliuna skeivt, tá tað snýr seg um eitt nú dóp. Men hóast tað praktisera tey kristna dópin og meta hann av týdningi. Somuleiðis við altarborðinum. Og tá ið vit tosa um gleðiboðskapin, so hava vit, Gud havi lov, nógvar felagsnevnarar. Vit eru felags um læruna, at vit verða frelst við trúgv av Guds náði. Vit eru samd um, at krossurin er nóg mikið til frelsu og so framvegis. Og hetta er grundleggjandi læran um gleðiboðskapin.

Men harvið sigi eg ikki, at vit hava náað málinum. Tað er skeivt, um vit líta á Bíbliuna, at vit eru so spjødd, sum vit eru. Tað er skeivt, at vit ikki kunnu koma til gudstænastu saman. Men hinvegin kann hetta heldur ikki koma uppá tal, fyrr enn vit eru meir samd um tey týdningarmestu viðurskiftini, fyrst og fremst dóp og altarborð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina