Auris – Nýtt og spennandi tiltak í Leirvíkar Missiónshúsi

Auris er eitt nýtt tiltak í Leirvíkar Missiónshúsi, sum er fyri tey, ið eru 20 ár og eldri. Auris merkir Oyru á latíni.

Auris er fyrsta leygarkvøld á hvørjum mánað og tað byrjar kl 20. Auris hevur longu verið tvær ferðir.

Fyrsta kvøldið hevði Bergur Debes Joensen ein fyrilestur, har hann tosaði um at elska og óttast Gud. Seinna kvøldið var tað Øssur Kjøldbro, sum hevði ein fyrilestur við yvirskriftini “Forvitni fremur lærdóm”.

Fyrstu 10-15min er hugni og prát, við kaffi, te og annað og síðani byrjar kvøldið av álvara og endar uml. kl 21.45.

Orðtøkini 12.15 sigur: Hin fákunni heldur sín veg vera rættan, men hin vísi LURTAR eftir ráðum.

Kartin Høgnesen, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at at vónin er at gera fólk meira greið yvir hvat tey trúgva.

–  Ætlanin við Auris er trúarverja og trúarstyrki. Planurin er at zooma djypri inni í Guðs orð og taka upp andalig evnir, sum vit møguliga hugsa um í gerandisdegnum. Vónin er at finna evnir, ið skapa tankar í okkum og møguliga provekera okkum andaliga, so at vit vera meira vakin um hvat tað er, sum vit trúgva uppá og hvat vit standa fyri, sigur Kartin.

LES EISINI  Bønarløta í Missiónshúsinum í Leirvík

Øðrvísi enn eitt vanligt møti

Hóast tað bæði er bøn og lovsangur á skránni, so verða kvøldini ikki eins og “tratiónellu” sunnukvøldsmøtini.

– Ístaðin fyri talur, so kalla vit tað fyrilestrar og royna alt tað vit kunnu at bæði hava ein monolog og dialog hvørt kvøld. Vit halda at tað er sunt at hava ein dialog eisini, so at vit ikki bara lurta, men eru ein partur av tí heila, sigur Kartin og leggur afturat.

– Við spurningum og práti, so kunnu vit læra nógv av hvørjum øðrum. Alt kvøldið sita vit við borðunum, sum eru serliga gjørd til tiltakið og drekkamunnur verður serveraður undir øllum tiltakinum. Sum oftast, so er ein steðgur eisini, so at vit kunnu strekkja beinini. Eitt, sum vit halda er so sera deiligt, er at fleiri kvinnur hava havt stokkarnar við eisini. Tað ger tað nokkso hugnaligt.

– Vónin er at skapa eitt kvøld, har atmosferan er sera hugnalig, avslappandi og sera lærurrík – næstan sum ein stórur bíbliubólkur. Higartil hava 2 kvøld verða og bæði hava verði sera góð og væl móttikin, sigur Kartin Høgnesen at enda.

LES EISINI  Syng saman við Bláum Grasi í Leirvík

Auris verður fyrsta leygarkvøld í oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina