Av ríva tekju og bróta hol á

Vit hoyra í hesi frásøgn um, at fólkið kom saman, tí Jesus var til staðar. Tey vóru so mong, at tey rúmaðust hvørki inni ella úti.

”Og tá ið teir ikki kundu koma nær til hansara fyri mannfjøldini, rivu teir tekjuna av, har sum hann var, og brutu hol á og lótu seingina, sum hin giktsjúki lá í, síga niður”
Mark. 2, 4.

Fýra mans komu við einum giktsjúkum manni, ið ikki fekk flutt seg sjálvur til Jesus. Eg kann ímynda mær, hvussu teir hava staðið og skimast við hesa stóru mannamúgvu: hvussu skulu vit gera, skulu vit fara hendan vegin? Kanska handan vegin? Kunnu tit kanska flyta tykkum? Og tit, og tit og tit… Og tað kundi so steðgað har, tí teir sluppu ikki nær við tí giktsjúka. Teir kundu verið standandi har, og teir kundu havt vent við og farið heim aftur. Men teir hugsaðu ”úr boksini”. Teir kundu havt sæð forðingina og latið hana vigað mest. Men teir hildu fast við tað, ið var týdningarmiklast her: hvussu fáa vit vin okkara framat Jesusi? Og hetta fokus hevur so opnað teirra sinni fyri øðrum møguleika enn ígjøgnum mannamúgvuna: vit finna ein annan máta! Og so er tað, at teir handla. Fara upp á tekjuna og lora vinmann sín niður til Jesus.

Tá vit standa við eini avbjóðing, við eini forðing av onkrum slag, so kunnu vit stara okkum blind uppá forðingina: her fær ikki verið øðrvísi. Men kann tað vera, at hetta kanska er ein forðing, ið vit fáa gjørt okkurt við? Í hesum føri var talan um giktsjúkan mann, sum ikki fekk gjørt nakað øðrvísi. So teir tóku stig til at bróta hol á takið, og tað var tað, ið var loysnin í hesum føri.

Kunnu vit kanska taka hesa frásøgn til okkum viðvíkjandi at hugsa ”úr boksini”, tá avbjóðingar og forðingar av ymiskum slag stinga seg upp? Finna útav: hvat er tað týdningarmikla her? Og so finna ein annan máta at loysa avbjóðingina uppá? Venda á høvdið, taka stig til, ja, hvat ið nú skal til fyri at koma til eina aðra roynd ella loysn. Tí um hesir fýra mans ikki høvdu funnið ein annan hátt og handla uppá hugskotið, so hevði hesin maðurin kanska ikki fingið eitt møti við Jesus hendan dagin.

Má Guð geva okkum øllum dug, vísdóm, hjarta, dirvi, ja, tað, ið krevst, til at virka og síggja møguleikar í øllum lívsins viðurskiftum. Bæði hjá okkum sjálvum, men kanska eisini hjá einum næsta.
Skrivað hevur Poula R. Olsen