Avbjóðing vesturlendsku kirkjunnar

Í einum vesturheimi, sum verður meiri og meiri avkristnaður, hava vit tørv á at bróta upp úr nýggjum, tá vit skulu evangelisera. Fólk taka meiri og meiri frástøðu frá nakrari “heilagari skipan” um, at tað er ein gud, ein hægri makt. Neyðugt er tí at finna fram til eina seinmodernaða útgávu av evangelisku rørsluni, sum var millum tey fyrstu kristnu – ein kirkja, sum vaks, tí at menniskju vórðu umvend í eini mentan, sum eins og okkara, var fíggindaliga sinnað og afturhaldin.

Leystliga umsett úr bókini “Sådan når vi Vesten igen”, 2021, eftir Timothy Keller

Vekja áhuga

Ein slík rørsla má fyri tað fyrsta vekja áhugan fyri at lurta eftir einum evangelii, sum fólk halda er fullkomiliga irrelevant í 2021. Summi meta, at uml. 80% av evangelisatiónini hjá fyrstu kirkjuni ikki varð drivin av prestum og evangelistum, men av vanligu kirkjugangarunum, sum snakkaðu opið um teirra trúgv við teirra netverk. Fólk lurtaðu eftir evangeliinum, tí tey hoyrdu tað frá einum, tey kendu væl og høvdu álit á. Størsta avbjóðingin í dag er at motivera kristin til ein tilvitaðan missiónskan lívsstíl í teirra gerandisdegi og relatiónum.[1] Men allar heimsfatanir, sum ikki eru grundaðar á Bíbliuna eru sum klæðir, ið eru ov smá. Sovorðið strammar og kann onkuntíð eisini skrædna. Serliga tá vit uppliva lýðing kann heimsfatanin “skrædna”, og onki tykjast at geva meining. Tað er í slíkum støðum, at vit sum trúgvandi mugu vera “búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum” (1. Pæt. 3,15). Alt hetta er sjálvandi treytað av at vit, sum eru trúgvandi, vita nóg mikið um Bíbliuna og okkara trúgv fyri at kunna vera við í eini samtalu við onnur. Men tað er fyrst og fremst treytað av, at trúgvandi hava nógvar relatiónir við ikki-trúgvandi, og at tann miðalroknaði trúgvandi hevur tætt samanhald við ikki-trúgvandi. Hevur mann ikki tað, er tað fyrsta og týdningarmesta stigið at byggja persónligar relatiónir og vinarløg við ikki-trúgvandi, tí tað verður alt minni líkindi fyri, at tey koma í kirkju av sær sjálvum.

Tiltrekking

Um vit tá skulu hjálpa ikki-trúgvandi við at ásanna, at tey hava ein trupulleika, sum krevur frelsu, mugu vit seta spurnartekin við teirra svar upp á teir stóru spurningarnir um lívið, meiningina við lívinum og aðrar grundleggjandi spurningar. Ongin kann liva uttan meining, nøgdsemi, frælsi, samleika, fyrigeving (bæði sum sendari og móttakari), svar upp á moralskar spurningar og vón fyri framtíðini. Fyrr ella seinni strekkir mentanin ikki til á øllum hesum økjunum og “skrædnar” tískil eins og ov lítlu klæðini. Um vit tá hava uppmerksemi hjá fólki, kunnu vit – eina væl valda løtu – vísa á einskilaða tilfeingi í kristnu trúnni á hesum økjum, nevniliga:

  • Ein meining við lívinum, sum lýðing ikki kann oyðileggja, men harafturímóti geva dýpt
  • Eitt nøgdsemi, sum ikki er grundað á tað ytra
  • Eitt frælsi, sum ikki minkar felagsskap og relatiónir til transaktiónir
  • Ein samleika, sum ikki er skirvisligur ella grundaður á okkarar avrik, ella eksklusion av øðrum
  • Ein máti, har vit kunnu handfara skuld og fyrigeving uttan at verða bittur og full av skomm
  • Eitt grundarlag at søkja rættvísi, sum ikki ger okkum til kúgarar
  • Ein máti, sum vit kunnu ganga ikki bara framtíðini ímóti, men eisini deyðanum, við tamarhaldi á okkum sjálvum og við friði
  • Ein frágreiðing um kensluna av tí yvirnáttúrliga vakurleikanum og kærleika, vit ofta uppliva.

Altso mugu vit hjálpa ikki-kristnum til at halda, at teirra trongd og longsul eftir hesum tingunum, í roynd og veru eru eitt ekkó av teirra longsli eftir Guði.

Prógv

Vit mugu sjálvandi eisini svara fólki, tá tær týpisku truplu atfinningarnar og spurningarnir koma mótvegis kristnu trúnni. Tað kunnu vera spurningar um t.d. Guð og lýðing, ella hvussu Guð kann senda menniskju í helviti og spurningar um trúvirði Bíbliunnar. Eisini spurningar um kirkjunnar søguliga leiklut í sambandi við trælahald, kvinnukúgan og eksklusión av homoseksuellum og transkyndum. Hesir spurningar mugu svarast við eini blanding av eyðmjúkleika og klárleika, meðan vit vinaliga seta uppá, at spyrjarin viðurkennur, at eisini tær áskoðanir og moralsku dómar, sum teirra atfinningar hvíla á, í sær sjálvum eru trúarútsagnir.

Sannføring

Vit mugu boða evangeliið á ein sannførandi hátt, sum tiltalar ta seinmodernaða menniskja. Evangeliið er at “Hjá Harranum er frelsa!” (Jón. 2, 10). Ein framløga av evangeliinum má altíð taka fram tvey punkt:

  • Tey ringu tíðindini: Tú roynir at frelsa teg sjálvan, men tað kanst tú ikki
  • Tey góðu tíðindini: Tú kanst fáa frelsu gjøgnum Kristus aleina, ikki gjøgnum gerningar tínar.

Við fólk, sum t.d. halda, at meiningin við lívinum er at vera eitt gott menniskja, kunnu tíðindini síggja soleiðis út:

  • Tey ringu: Tú veitst, at tú burdi verið eitt gott menniskja, men tín atburður og innastu tankar vísa nakað annað.
  • Tey góðu: Jesus hevur tikið á seg ta revsing, sum tú hevur uppiborið, so tú kanst fáa fyrigeving fyri tínar feilir. So er tá nú ongin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi (Róm. 8,1)

Hesi 4 sjónarhornini av evangelisatión – vekja áhuga, tiltrekking, prógv og sannføring – mugu endurhugsast til okkara tíð. Tvey tey fyrstu koma til sjóndar gjøgnum relatiónirnar hjá okkum við ikki-trúgvandi. Kristnir leiðarar mugu tí útrusta fólkið við teimum amboðunum, sum krevst fyri at hava evangeliserandi og apologetiskar (trúarverjandi) samtalur. Kirkjan má síðani gera sítt til, at fólk kunnu hjálpast víðari gjøgnum tiltrekking, prógv og sannføring. Hetta kann gerast bæði gjøgnum undirvísing, boðan, gjøgnum dialog og samtalu, í smáum bólkum, gjøgnum lovsang, søgufrásøgn og list.


[1] Spiritual Conversations in the Digital Age: How Christian Approch to Sharing Their Faith Has Changed in 25 Years (Barna Group, 2018).