Bakgrund til Easy Worship – Íblástur: Hvítusunna

Hvítusunnan nærkast og harvið nógv virksemi umkring í missiónshúsunum, tá vit samlast við frástøðu fyri at hátíðarhalda Heiliga Andan, og at Guds kirkja á jørð varð stovnað.

Vit hava lisið í bíbliuni og hava funnið heili 18 ymisk nøvn, ið vera nýtt um Heilaga Andan. Nøvnini lýsa á hvør sín hátt ein ella fleiri eginleikar hjá Heilaga Andanum.

Vit halda, tað kann geva fleiri øðrum enn okkum okkurt at hugsa um, so vit hava sett nøvnini saman í grafikki og filmsbrot, sum øll kunnu heinta her og brúka til eitt nú Easy Worship, Zion Worx og okkurt tílíkt.

Tak niður ‘Videoloop’ til Easy Worship

(Tá tú trýstir á leinkið, kann vera at filmurin letur upp á einum nýggjum browservindeyða. Her ber til at høgraklikkja á filmin og velja “gem som” (Goym sum)

 

Og her ber til at heinta myndir, ið kunnu nýtast sum bakgrund til sangir og “paususkerm”, um tú ikki ynskir at brúka filmsbrotið.

LES EISINI  Mín yndis lovsangur

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina