Bant jólagávur til báðar manningarnar

– Fyri einum ári síðani sat eg og bant einar ullintar hosur á eini fríløtu umborð á Rólandi. Eg dugi illa at sita fyri onki, og tí sat eg og bant hosur. Tað sá ein av manningini og segði í skemti: – Eg brúki nummar 44! Tað gav mær hugskotið til at binda hosur uppá báðar manningarnar, sum telur 17 mans og meg. Tað sigur Elisabeth Nybo, sum siglur sum kokkur við tænastuskipinum Rólandi hjá Bakkafrosti.

– Eg havi bundið meginpartin av teimum seytjan pørunum heima, fyri at menninir ikki skuldu fáa illgruna um, at eg møguliga bant uppá teir. Eg pakkaði hosurnar pent inn og legði tær undir jólatræið umborð. Tá so jólahaldini vóru, tí tað var eitt á hvørji vakt, so fingu teir ein pakka í part, sigur Elisabeth.

– Onkur spurdi meg, hvaðani pakkarnir vóru, og eg segði bara, at kanska adressan á gevaranum stóð inni í pakkanum. Vit høvdu tvær deiligar løtur við góðum mati, sangi, jólaevangelii og hugna. Tað vórðu stór eygu í monnunum, tá teir fingu hosurnar frá mær, sigur hon.

– Tað var ordiliga rørandi, tí teir vóru bæði fegnir og undrandi. Eg var eisini fegin, tí tað gerast vit, tá vit gera onnur fegin. Harafturat fekk eg eitt gávukort frá manningini. Tað høvdu teir gjørt av, uttan at teir vistu um mínar gávur, sigur Elisabeth takksom.

– Eg kenni væl arbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini og eri sera fegin um tað. Eg havi eisini í mong ár latið pakkar til sjófólkið, men í fjør helt eg, at tað var nóg mikið at binda 17 pør av hosum. Harafturat var eisini ein pakki til mín undir trænum. Tað vóru einir skóleistar, sum eg hevði bundið til míns sjálvs, sigur Elisabeth brosandi.

Elisabeth hevur siglt sum kokkur við Rólandi síðani september 2017. Hon er umborð í tríggjar vikur og hevur so frí í tríggjar vikur. Hon trívist væl og sigur, at menninir eru sera fittir at sigla saman við.

Henni, manningini á Rólandi og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina