Barnagudstænasta og jólaveitsla í Argja kirkju sunnudagin 18. desembur

Sunnudagin 18. desembur kl. 11.00 verður barnagudstænasta á Argjum. Hetta er samstundis dagurin, har sunnudagsskúlin hevur sína jólaveitslu, og tí verður hetta ein serstøk gudstænasta.
Prestur verður Derhard Jógvanson, og hann fer at hava gudstænastuna í einum barnavinarligum vinkli.
Sunnudagsskúlabørnini ganga Luciagongd og í tí sambandið verður heitt á øll børnini um at møta í seinasta lagið kl. 10.40 at gera seg kláran.

Kvinnubólkurin Tabitha, sum er mannaður við kvinnum av Argjum, syngur eisini.

Eftir gudstænastuna eru øll vælkomin til ein døgurða. Jólaveitslan heldur á eftir døgurðan við ymsum á skránni til gaman og álvara, og okkurt gott verður heilt víst til børnini at fáa!

Vit gleða okkum til at síggjast fjølment. Hjartaliga vælkomin!

LES EISINI  Páskir við Argjakórinum (2)
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina