Barnakorsins Andi
Í Rómverjabrævinum skrivar Paulus hesi orð: “Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guds, tey eru Guds børn. Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!” (Róm 8,14-15)
Her verður Heilagi Andin kallaður barnakorsins Andi. Hvat merkir tað? Tá ið eitt barn skal læra at tosa, er orðið “mamma” millum tey fyrstu, som kemur um varrarnar. Hvat er grundin til hetta?
Svarið er einfalt. Heilt frá føðingini hevur barnið verið hjá mammu síni.
Fingið mat, umsorgan og fløva. Hesar fyrstu mánaðirnar hevur mamman ofta tosað við barn sítt. Og alla tíðina brúkt orðið “mamma” um seg sjálva. Við putliborðið. Við barnasongina. Ella við barninum á ørmunum. Aftur og aftur hevur barnið hoyrt orðið “mamma”. Ein tilgongd fer fram í barninum. Orðið “mamma” verður knýtt at einum ávísum persóni, sum barnið upplivir at hava eitt serligt samskifti við.
Á sama hátt vil Heilagi Andin læra okkum, hvat tað ber í sær at vera eitt Guds barn. Hann vil gera okkum tilvitandi um okkara barnakor. Tí er tað, at hann verður kallaður barnakorsins Andi.
Í Rómverjabrævinum 8,15 verður orðið “abba” brúkt. Tað er eitt aramaiskt orð og merkir “pápi”! Orðið er brúkt tríggjar ferðir í Bíbliuni.
Fyrst brúkti Jesus sjálvur orðið, tá ið hann stríddist í Getsemane: “Abba, faðir! Alt er gjørligt hjá tær. Tak hesa skál frá mær; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt”! (Mark 14,36)
Síðani brúkar Paulus orðið í Galatabrævinum: “Men av tí at tit eru synir, tá hevur Gud sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: “Abba, faðir!” (Gal 4,6)
Og at enda er tað brúkt í Rómverjabrævinum: “Men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir!” (Róm 8,15)
Abba, faðir! Tað var Jesu máti at tiltala sín Faðir. Soleiðis setti hann orð á síni sonarviðurskifti hjá Gudi.
Abba, faðir! Sama orðið brúkar eisini Heilagi Andin, tá ið hann tosar um Gud í okkara hjørtum.
Abba, faðir! Hetta orðið fer ein kristin eisini at brúka, tá ið hann skilir, hvat ið tað hevur við sær at vera eitt Guds barn!
Heilagi Andin verður eisini kallaður Sannleikans Andi. Hann samarbeiðir altíð við Bíbliuna, Sannleikans orð. Bíblian tosar við okkum um okkara glataðu støðu uttan Jesus. Hetta brúkar Heilagi Andin, tá ið hann sannførir um synd.
Bíblian tosar eisini um, at Jesus tók okkara synd á seg. Og at Gud vil fyrigeva okkum fyri Jesu skuld. Eisini hetta nýtir Heilagi Andin.
Hann dýrmetir Jesus. Ger hann stóran og ómissandi hjá hjartanum. Barnakorsins Andi er til arbeiðis!
Hevur tú givið tær far um tína glataðu støðu uttan Jesus? Hevur tú havt tørv á Jesu frelsuverki? Gleðir tú teg um, at frelsuverkið eisini er galdandi fyri teg? Er títt svar “ja”? So er tað barnakorsins Andi, sum hevur virkað í tær!
Til umhugsanar…
“Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guds børn; og tað eru vit” (1 Jóh 3,1).
Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)
Hjørleif Poulsen týddi