Barnaringurin á Strondum skipar fyri eydnuhjóli í kvøld til frama fyri útimissión
Klokkan 19 í kvøld skipar barnaringurin í Missiónshúsinum á Strondum fyri eydnuhjóli í bygdarhúsinum á Strondum. Hetta er eitt árligt tiltak, og eydnuhjólið er til frama fyri útimissión. Børnini í barnaringinum hava gjørt lutir í vetur, sum verða seldir, umframt at fólk hava latið lutir til tombola og eydnuhjól. Peningurin, ið kemur inn, fer til missiónsarbeiði úti í heimi.
Lagt verður fyri klokkan 19 við andakt. Andaktina hevur Kristianna Johannesen, og barnakórið syngur.
Øll eru vælkomin!