Barnaringurin í Tabor 40 ár
í dag verður avslutningur hjá barnaringinum í Tabor á Toftum.
Millum kl. 17-18 verður møguleiki at fáa sær nátturða í kjallaranum. Lutirnir sum børnini hava gjørt kunnu keypast, og møguleiki verður fyri at keypa seðlar til burturlutanina, sum verður seinni um kvøldið. Peningurin sum kemur inn, fer til útimissiónsarbeiðið.
Kl. 18.00 verður andakt uppi í salinum og barnakórið syngur.
Kl. 19.00 verður kaffi og føðingardagskaka at fáa í kjallaranum meðan burturlutanin fer fram.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Kelda: Tabor.fo