Basarur

Eg eri farin av mansleguni í Nesvík, har 180 mans njóta gott til anda, sál og likams og eri nú á veg til Rituvíkar. Eg havi sæð lýsingar um, at har verður basarur fyri nýggja missiónshúsið.

Minnir

Tá bygdin dagar undan, koma nógv góð minnir fram fyri meg. Foreldur míni eru úr Rituvík, so sjálvt um eg kalli meg runavíking, eri eg eisini tað, vit rópa heilur rituvíkingur. Her eigi eg nógv spor. Um várið vóru eplini sett niður, teir góðu summardagarnir har vit m.a. hoyggjaðu, um heystið skuldu eplini takast upp og kavadagar, har stýrisleðan feyk av Líðini og oman á Miðuna.

Men hesaferð er tað basarur í Frítíðarskúlanum, sum eg kenni betri sum skúlin, har eg gekk míni fimm fyrstu skúlaár. Basarur. Tankarnir leita aftur í tíðina, tá eg einaferð sum smádrongur var til basar á sjómansheiminum í Runavík. Eg hevði fingið ein seðil í hondina og fylgdi hjólinum, meðan tað minkaði ferðina og at enda steðgaði á einum tali. Eg kendi talið aftur sum tað, eg hevði í hondini. Eg hevði vunnið! Men hjá mær var ongin frøi. Ólukkan var tann, at vinningurin var ein stór dukka! Tað var ov flovisligt hjá einum smádreingi at fáa eina dukku, so eg segði onki. Endin var tann, at tað mátti dragast umaftur!

LES EISINI  Nýggja missiónshúsið verður víst fram

Sera góð undirtøka

Hugaligt var at koma inn í gomlu fimleikahøllina. Fult av fólki, ein rúgva av vinningum og gott lag. Tað stóð ikki á at selja seðlarnar. Eg legði merki til, at umframt bygdafólkið vóru fleiri við tilknýti til bygdina eins og eg møtt upp.

“Fólk eru ófør at møta upp, eisini avbygdafólk, sum einki tilknýti annars hava til bygdina”, greiðir Hjalmar Hansen, formaður fyri missiónshúsinum, frá. Víðari sigur hann, at hetta er fjórði basarurin seinastu fimm árini fyri nýggja missiónshúsið. Undirtøkan hevur verið sera góð og er bara vaksandi.

Flestu lutir til basarin vera givnir, men onkrir vera tó keyptir. Tað eru nógvir vinningar við fiskavørðum og øðrum matvørðum. Í ár fellur basarurin saman við, at eplini verða upptikin. Rituvík er tiltikið gott eplapláss, so tí var tað upplagt eisini at hava nýggj føroysk eplir við sum vinningar. Tá undirritaði var á veg avstað aftur, kom eg fram á eina damu, sum hevði vunnið 16 kg av eplum. Í felag fingu vit lyft kurvina upp í viðførisrúmið á bilinum. Víst var hetta ein góður vinningur!

LES EISINI  Missiónsarbeiðið í Rituvík 100 ár á baki

Virksemi í frítíðarskúlanum

Seinasta møti í gamla missiónshúsinum varð hildið 20. august 2017, og varð húsið niðurtikið beint fyri jól sama árið. Meðan nýggja húsið stendur í gerð, er dagliga virksemi, sum annars hevur verið í missiónshúsinum, flutt í frítíðarskúlan. Og tað er ein langur listi: Sunnudagsskúli, møti ella familjumøti, bønarmøti, juniormøti, ungdómsmøti og sjómanskvinnuringurin. Nakað av arbeiði er við at rigga til og av, men við at skipa seg væl og við sera góðum samstarvi við frítíðarskúlan hevur hetta gingið fyrimyndarligt.

Nýggja húsið

Tað gongur væl við nýggja húsinum, sigur Hjalmar. Tað varð avhendað innilokað seinasta heyst og síðan er alt innan gjørt av sjálvbodnum. Arbeitt verður hvørt týskvøld og vanliga møta einir 6-8 mans upp. Kvinnur í bygdini skipa fyri, at ein góður drekkamunnur er at fáa hvørt kvøld. Eftir summarferiuna í ár, eru 10-15 mans møttir upp tríggjar leygardagar, og hevur tað muna sera gott!

Ætlanin er at taka niðaru hæddina fyrst í brúk. Tað verður helst áðrenn árskiftið. Arbeiðið við ovaru hæddini er byrjað, men tað verður bygt so hvørt, peningur er til tað. “Vit hava eisini lagt dent á grønar orkuloysnir, so húsið er stak væl bjálvað og hevur jarðhita,” sigur ein vælnøgdur og takksamur Hjalmar til seinast.

LES EISINI  Brot úr missiónssøguni í Rituvík

Takk

Vit eru mong, sum hava notið gott av undangongufólkunum, sum reistu missiónshús runt um í Føroya landi. Árini fara við øllum og tørvirnir broytast. Tí er tað gleðiligt, at fólk eisini í dag síggja tørvin og hava áræði og dirvi til at fara undir at byggja nýtt hús ella nýtímansgera tað, tey hava. Til seinast má eisini sigast, at basarurin fyri nýggja missiónshúsið í Rituvík saman við matsølu gav 165.000 kr. Takk Jesus fyri øll tey, sum soleiðis standa saman at byggja Guðs ríki her á jørð!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina