Bedehuskanalen kemur nú á Televarpið
Norska sjónvarpsrásin Bedehuskanalen er nú partur av pakkunum hjá Televarpinum. Enn er hon tó bara á IP. Tað vil siga, at tú sært hana á appini ella á IPTV, men arbeitt verður eisini við at fáa rásina tøka fyri teimum, sum síggja Televarpið umvegis antennu.
Bedehuskanalen er norskur samstarvspartnari hjá Trúboðanum, og Heimamissiónin veitir nakað av praktiskum stuðuli til sjónvarpsrásina. Hetta verður gjørt við at geva Bedehuskanalen loyvi til at senda sendingar hjá Trúboðanum, umframt at geva hyggjarum í Føroyum møguleika fyri at stuðla rásini fíggjarliga. Hetta kann man gera við at flyta pening á konto 9865-102.505.2 og gjarna viðmerkja sítt navn.