Bedehuskanalen ynskir føroyskt íkast til senduflatuna 

Tá ið norski Johnn Hardang var á vitjan í Føroyum í síðstu viku, hevði hann eisini sett tíð av at heilsa uppá møguligar samstarvsfelagar hjá norsku kristnu sjónvarpsrásini Bedehuskanalen. 

Bedehuskanalen er ein sjónvarpsrás, sum Johnn Hardang hevur stovnað saman við fýra øðrum. Rásin kallast Bedehuskanalen, tí hon hevur sítt andaliga jørðildi í norsku missiónshúsunum (bedehus). Haðani fevna tey eisini aðrar kirkjuligar rørslur. 

Johnn Hardang vitjaði eisini á landsskrivstovuni hjá Heimamissiónini, har hann greiddi frá arbeiðnum hjá sjónvarpsrásini og hvørjar møguleikar hann sær, fyri at byrja eitt samstarv millum Heimamissiónina og Bedehuskanalen.  

Tað eru longu fleiri í Føroyum sum hava lagt merki til, at tað er møguligt at síggja Bedehuskanalen. Til dømis ber til at taka appina hjá Bedehuskanalen niður á fartelefonina ella á smart tv ella at fara inn á heimasíðuna bedehuskanalen.no, og hyggja eftir sendingunum har. Sjónvarpsrásin sæst eisini á parabol. 

Aðalskrivari Andrias Magnussen og Carsten Fonsdal Mikkelsen á Trúboðanum vóru á fundinum við Johnn Hardang. Har varð m.a. avtalað, at Trúboðin og Bedehuskanalen kunnu brúka tilfar hjá hvørjum øðrum. Hetta merkir m.a. at av og á verða møtir og sangupptøkur, sum er upptikin í Føroyum at síggja á Bedehuskanalen. Hinvegin fær Trúboðin nakrar norskar sendingar, sum vit meta hava áhuga fyri okkara hyggjarar.  

https://tv.bedehuskanalen.no/ (link til Apps)