Beinleiðis fyri fyrstu ferð við nýggjari útgerð

Seinasta sunnudag sendi Trúboðin beinleiðis møti frá Meinigheitshúsinum á Skála. Hetta var samstundis fyrstu ferð at Trúboðin sendi beinleiðis við nýggju sjónvarpsútgerðini.

Fyrr í summar heitti Trúboðin á sínar lesarar um fíggjarligan stuðul til at keypa nýggja sjónvarpsútgerð. Nýggja útgerðin er nú komin til landi og hevur verið brúkt til ymsar smærri upptøkur. Sunnudagin varð tó fyri fyrstu ferð sent beinleiðis við nýggju útgerðini, og sigast má, at tað eydnaðist sera væl. Sí møti frá sunnudegnum her.

Fleiri beinleiðis møtir

Sunnudagin varð eisini sent beinleiðis møti frá KFUM&K í Klaksvík og Tabor á Toftum. Bæði í KFUM&K og Tabor sendu eisini beinleiðis møti hvønn sunnudag undir fyrru koronu-bylgju. Umframt Tabor og KFUM&K, so sendi Meinigheitshúsið í Havn eisini beinleiðis sunnudagin.

Um onnur missións- og meinigheitshús ynskja at senda beinleiðis møti ella gera upptøkur, so eru tey vælkomin at seta seg í samband við Trúboðan. Nýggja útgerðin hjá Trúboðanum er løtt at ferðast við, og tí er góður møguleiki til at gera ymsar upptøkur kring landið.

LES EISINI  Online seminar um sex leygardagin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina