Bergtórur innstillaður til sóknarprest í Hoyvík og Kaldbak

Heimasíðan hjá fólkakirkjuni skrivar, at kirkjuráðini í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi á felags kirkjuráðsfundi í kvøld hava innstillað Bergtór Hjelm Bjarkhamar sum komandi sóknarprest teirra.

Bergtórur hevur í átta ár røkt kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoy við sæti í Hvalvík. Hetta verður so annað embæti hansara. Ætlandi verður tikið við nýggja embætinum 1. august í ár. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin.

Suðurstreymoyar norðara prestagjald fekk í januar mánað játtan til eitt embæti afturat. Frammanundan er ein sóknarprestur í prestagjaldinum, og tað er Theodor Eli Dam Olsen. Kirkjuligu myndugleikarnir mettu, at neyðugt var við einum embæti afturat til eitt skjótt vaksandi øki, ið tilsamans telur umleið 4.500 fólk. Fýra umsøkjarar vóru til kallið.