Bert tríggir dagar eftir …

So eru bert tríggir dagar eftir at tekna seg til Leiðsluráðstevnuna, sum fer av bakkastokki fyri fyrstu ferð 12. – 14. mai í leguhúsinum í Nesvík.

Vanliga eru stýrislimir virknir, har teir hvør sær eru settir, men endamálið við hesum tiltaki er, at tit hesuferð sita hinumegin borðið sum móttakandi parturin, meðan ein tann best skikkaði serfrøðingurin, ið finst á hesum øki, Steen Palmqvist, lutar síni gullkorn við tykkum, so tit gerast betur rustað at taka ímóti teim avbjóðingum, sum tit sum stýrislimir dagliga standa. Mest fæst burturúr við einum samlaðum stýri og kulinarisku upplivingarnar skaða avgjørt heldur ikki.

Skráin hesar dagarnar er her í neðra. Kostnaðurin fyri skeiðið er 995 kr. og tit kunnu tekna tykkum við at ringja 470000 ella til t-post: info@mission.fo


SKRÁIN

Hósdagur 12. mai

Kl. 17.30 móttøka

Kl 18.30 nátturði

Kl. 19.45 vælkomin

Kl 20.00 ósemjur, synd og forðingar fyri halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist

Eftir hetta verður bólkaarbeiði og samtalur.

Drekka og okkurt gott afturvið

Hugnaløta eftir at skráin er liðug

Fríggjadagur 13. mai

Kl 8.00 morgunmatur

Kl 9.00 Móses, mistøk og uppreisn sum leiðari v/Bergur D. Joensen

Steðgur

Kl 10.30 trivnaður í meinigheitini v/Steen Palmqvist

Kl 12.00 døgurði

Kl 14.00 eftirmeting í bólkum

Kl 15.30 drekka

Kl 16.00 Bøn og Bíblia sum leiðsluamboð – Tummas Kannuberg

                Kvinnur í leiðslu – Marjan Nielsen

Kl 17.30 Hugnaløta, skemt og góður biti – Heri Joensen. Sangur: Gentur á Strondum

Kl 20.30 Halgan í meinigheitini v/Steen Palmqvist

Dagurin endar við drekka og hugnaløtu

Hugnaløta eftir skráin er liðug

Leygardagur 14. mai

Kl 9.00 morgunmatur

Kl. 10.00 Útbrend í leiðslu og endurnýggjan í leiðslu v/Steen Palmqvist

Kl. 12.00 døgurði og endi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina