Bíblia 2020 – nýtt heimsumfevnandi átak

Føroyska Bíbliufelagið er við í einum heimsumfevnandi átaki í 2020. Endamálið er at fáa fólk um allan heim at lesa í Bíbliuni, sigur bíbliufelagið á heimasíðu síni.

Enska heitið á átakinum er “Bible 2020”, á føroyskum “Bíblia 2020”. Tað er bíbliufelagið í Skotlandi, sum hevur tikið stig til og samskipar átakið í samstarvi við United Bible Societies.

Bíblian er Guds heilaga og máttmikla orð. Appin ‘Bible 2020’ samansjóðar kristin um allan heim, tá ið vit lesa sama bíbliutekst hvønn dag, á 150 ymiskum tungumálum. Vit trúgva, at Gud fer at brúka hetta til at nema við menniskju um allan heimin, sigur bíbliufelagið.

Ímynda tær túsundtals fólk um allan heim, ið lesa Bíbliuna hart saman, eisini vit føroyingar og á føroyskum.

Hugskotið er ørandi, men einfalt kortini.

  • Tín avbjóðing: Les Bíbliuna hart hvønn dag í 2020.
  • Tín heimsumfevnandi felagsskapur: Fólk um allan heimin lesa eftir somu lesiætlan.
  • Tín pallur: Ein app, har tú fært dagsins tekst til hvønn dag í árinum, sum kann nýtast á flest øllum tungumálum.
LES EISINI  Nýggj sámisk bíbliutýðing góðkend

Saman við øðrum tala og hoyra vit orð úr Bíbliuni hvønn dag og deila hetta upplivilsi við okkara kæru og bíbliulesarar um allan heimin!

Kom og verð við frá 1. januar 2020, tá ið vit byrja at deila bíbliutekstir hvønn dag alt árið.

Á facebook-síðuni facebook.com/2020biblia verður kunnað nærri um átakið Bíblia 2o2o. Vælkomin at vitja og dáma síðuna.

Her kann ein taka appina niður:

IOS: ‘Bible 2020’ á App-Store.

Android: ‘Bible 2020’ á Google-Play.

(Enn er bara Nýggi Sáttmálin komin í appina – tíverri. Arbeitt verður við at fáa alla Bíbliuna (JD) eisini. Vónandi fer tað at bera til.)

Her kann ein lesa meira (á enskum) um átakið: https://bible2020.org

Her kann ein taka lesiætlan fyri alt árið 2020 niður.

 

Samskipari fyri Føroyar er Ásbjørn Jacobsen, tel 597777, aj@biblia.fo

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina