Bíblian og sólin

Mong halda, at Bíblian er ikki tíðarhóskandi, at hon er ein bók, sum hevur sæð sínar bestu dagar.

Vit eru vaksin frá henni, vit, sum liva í eini upplýstari tíð.

Tú kundi eins væl sagt, at sólin hevur skinið so leingi, at hon er ikki tíðarhóskandi longur, tí nú hava vit betri ljóskeldur, sum kunnu geva okkum ljós eisini um náttina.

Eg vil ráða teimum til, sum vilja hava alt tað, sum er gamaldags burtur, at tey, tá ið tey byggja sær hús, lata vera við atseta vindeygu í, men í staðin lýsa upp inni við el-ljósinum. Hvat skulu vit hava ótíðarhóskandi mátar til, tá ið nakað nýggjari er at finna?
D. Moody

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina