Bíbliubólkur á Strondum ger jólakalendara

Á Myndini:
Ovaru rekkju: Linda Johansen 25, Sunnvá Fagradal 18, Judit Johansen 18 og Vár Djurhuus Poulsen 22
Niðuaru rekkju: Eyðbjørg Kallsberg 15, Nomi Blábjørg 17 og Rannvá Poulsen 18.

Síðst í oktober fekk ein bíbliubólkur á Strondum eitt hugskot um at gera ein jólakalendara. Ígjøgnum novembermánaða fingu genturnar sum uppgávu at fyrireika kalendaran – tær skuldu finna fólk, finna evnir og lutir at tosa um, skipa sangir og alt annað, sum skuldi vera við í kalendaranum. Leiðararnir hjálptu til, og síðani var farið ígongd við upptøkur. Í gjár vóru síðstu upptøkurnar tiknar upp, og nýttu genturnar løtuna við sodavatn, bomm og karamellum.

Hvaðani kom hugskotið?

Vár Djurhuus Poulsen og Linda Johansen hava leitt bíbliubólkin, líka síðani hann byrjaði fyri trimum árum síðani, og dáma gentunum sera væl at møtast saman hvørja viku í álvara og gaman. Tað var eitt týskvøld, tá tær høvdu bíbliubólk, at Rannvá Poulsen fekk hugskotið um at gera ein kalendara. Rannvá sá fyri sær, at tær sínámillum kundu deila eitt ørindi hvønn dag – men dugnaligu leiðararnir tóku hugskotið til sín og gjørdu tað enn størri.

LES EISINI  Gamalt gull: Jólahald á Tróndi í Gøtu

Hvat var ætlanin við kalendaranum?

– Vit hugsaðu at gera ein kalendara til fólkini, sum ganga í Missiónshúsinum á Strondum, og tí brúka vit bara fólk av Strondum í kalendaranum, men vit eru so glaðar um at síggja, at tað eru nógv onnur fólk afturat, ið eisini hyggja at filmsbrotunum, greiðir Linda frá. – Vit vóru eisini sera bilsnar av, at tað vóru so nógv, sum vildu hjálpa okkum – øll søgdu ja, tað var mega kul, leggur Vár afturat.

Hvønn dag í desember eru 2 til 3 fólk, sum greiða frá um millum annað adventsljósini, grannið og jólapyntið, sum vit heingja á jólatræið. Hvønn sunnudag verður eisini ein sangframførðsla frá ymiskum børnum, ungum og eldri.

Hvønn aldursbólk er kalendarin til?

– Vit hava sunnudagsskúlabørn, juniorar, ung og eldri, sum bæði syngja og greiða frá – so vit meta at kalendarin er til øll, fortelja genturnar avgjørdar. Aldursbólkarnir eru sera ymiskir og áleið 70-75 fólk eru við til at fáa kalendaran at koyra. Serliga vilja genturnar takka Róa Rasmussen, sum hevur fingist við tøknina.

LES EISINI  Tá ið smádrongurin Andras vakti Kjølbro á nátt

Kalendarin kann síggjast á:
Instagram: Ungdómsmøti á Strondum (@ungdomsmoti_strendur)
Facebook: Ungdómsmøti í Stranda Missiónshúsi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina