Bíbliuferð í góðum veðri og sól beinleiðis til Gran Canaria 17.-24. mars 2020

Eftir ógloymandi túrar út í onnur lond til eitt nú Noregs, Póllands, Tunesia, Italia, Spania, Ungarn og Malta verður næsta ár farið til Gran Canaria ígjøgnum Fonn Flog.

Vit hava morgun-  og kvøldandaktir, bíbliutímar, gudstænastu, hugnakvøld og útferðir, umframt at njóta sól, summar og kvirru.

Ferðaleiðarar eru Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Fólkakirkjuni.

Tað er avmarkað pláss, so gerið skjótt av. Tekningarfreistin er 1. oktober.

Prísur fyri hvønn, tá ið 2 búgva saman: 10.600 krónur fyri hvønn.

Íroknað prísinum:

  • Flogferð Vágar – Gran Canaria 17.-24. mars aftur og fram
  • Matur umborð báðar vegir
  • Gisting á fýra-stjørnaða Occidental Margaritas, Double/Twin Superior
    • við hálvpensjón (morgunmatur og døgurði um kvøldið)
    • við bussi til og frá hotelli
  • Útferðir

Ikki íroknað prísinum:

  • Avlýsingar- og ferðatrygging (sum tey flestu hava)

Nærri kunning um túrin fæst við at ringja til ferðaleiðararnar, Pól 212480 ella Hanus 237346.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina