Bíbliuferð til Gran Canaria
Bíbliuferð í góðum veðri og sól beinleiðis til Gran Canaria, ímeðan kavi, kuldi og stormur leika á í Føroyum.
Eftir at hava verið ógloymandi túrar í øðrum londum, eitt nú í Noregi, Póllandi, Tunesia, Italia, Spania, Ungarn og Malta, verður næsta ár, 22. – 30. januar 2024, skipað fyri einum túri til Gran Canaria í samstarvi við Atlantic og Fonn Flog. Vit hava morgun- og kvøldandaktir, bíbliutímar, gudstænastu, hugnakvøld og útferðir, umframt at vit njóta sól, summar og kvirru.
Ferðaleiðarar eru Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og Hanus á Gørðum, sóknarprestur í Fólkakirkjuni.
Tað er avmarkað pláss, so gerið skjótt av. Tekningarfreistin er 1. juli, og tilmelding fer fram við at ringja ella senda sms til Pól, telefon 212480.
Prísur fyri hvønn, tá ið 2 búgva saman: 14.495 kr. Eyka fyri einakamar: 1.800 kr.
Í prísinum er:
- Beinleiðis flogferð Vágar – Gran Canaria t/r við Atlantic, íroknað 1 stk innskrivað viðføri, í mesta lagi 23 kg, umframt hondviðføri.
- Gisting í 8 nætur á 4 stjørnaða “Gloria Palace Amadores Thalasso & Hotel” við morgunmati og døgurða um kvøldið
- Sunmeal umborð á Atlantic Airways báðar vegir
- Privat busstransfer til hotellið og aftur á flogvøllin
- Útferðir, bíbliutímar, hugnakvøld, andaktir og alt annað
Ikki í prísinum:
- Avlýsingar- og ferðatrygging (sum tey flestu hava)
Flogtíðir:
- Mánadag 22. januar ‘24 Vágar – Gran Canaria kl 14:40 – 19:55
- Týsdag 30. januar ‘24 Gran Canaria – Vágar kl 10:00 – 15:35
Nærri kunning um túrin fæst við at ringja til ferðaleiðararnar, Pól 212480 ella Hanus 237346.
Túrurin er útseldur, men møguleiki er at koma á bíðilista.