Bíbliulesiætlanin 2022 er nú komin
Guinness met
Av øllum heimsins bókum, er eingin bók, sum røkkur Bíbliuni, tá ið tað ræður um útgávur og sølu. Tí er neyvan ov nógv sagt, at Bíblian er heimsins mest listna bók.
Bíblian er eisini bókin, sum flest fólk eiga, men ikki taka av hyllini. Hví?
Grundirnar kunnu vera nógvar, men niðurstøðan er – tað gevur onga meining at hava Bíbliuna og ikki brúka hana.
Hví bíbliulesiætlan?
Vit trúgva, at Bíblian er Guds livandi orð, og sjálvt um orðini líkjast øðrum orðum, so fáa tey lív, tá ið vit lesa saman við Heilaga Andanum.
Bíbliulesiætlanin er ein hjálp hjá okkum at lesa regluliga og skipað í Bíbliuni, so at Guds orð verður livandi og virkið í okkara gerandisdag. Her eru skriftstøð til hvønn dag, og sunnudagar samsvara skriftstøðini við tekstin, sum verður boðaður í Fólkakirkjuni.
Persónligt
Í hesari útgávuni kunna vit eisini lesa um fimm føroyingar, sum siga frá, hvat teir fáa burtúr úr at lesa Bíbliuna, og hvørji ráð teir hava til okkara.
Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent og heldur fram til 27. novembur 2022.
Hvar fæst bíbliulesiætlanin?
Bíbliulesiætlanin fæst kring alt landið, í kirkjum, fríkirkjum og samkomum.
Einstaklingar kunnu bíleggja hana frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella við at skriva á teldupostin biblia@biblia.fo