Bíbliulesiætlanin er komin

Nú er nýggja bíbliulesiætlanin fyri 2018/19 komin. Hon tekur við fyrsta sunnudag í advent, sum er nú sunnudagin, og gongur eitt ár fram. Bíbliulesiætlanin, sum Føroyska Bíbliufelagið gevur út, verður send um landið til allar kirkjur og fleiri fríkirkjur og samkomur.

Hví brúka bíbliulesiætlan?

Lesiætlanin er ein kalendari við útvaldum skriftstøðum til hvønn dag í árinum. Endamálið er at geva fólki amboð til skipaðan lestur av bíbliuni. Tað kann vera trupult at fáa lisið í Bíbliuni dagliga, men við eini bíbliulesiætlan kann tað falla lættari.

Hvussu dámar tær best at lesa Bíbliuna?

Tað stendur øllum frítt at lesa, sum teimum dámar, og rúm er fyri øllum. Summi lesa einsamøll, onnur saman. Summi frá byrjan til enda, onnur í brotum. Í øllum førum kann bíbliulestur vera ein kelda til íblástur í tungum sum góðum døgum.

Einstaklingar kunnu bíleggja eina ókeypis bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf. 787826 ella t-posti: gunnar@biblia.fo

LES EISINI  Nýggj barnabíblia!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina