Bíbliulesiætlanin kemur í næstu viku

Bíbliulesiætlanin fyri kirkjuárið 2018-19, sum Føroyska Bíbliufelagið gevur út, kemur út fyrst í næstu viku, soleiðis at hon kann vera í kirkjunum kring landið fyrsta sunnudagin í nýggja kirkjuárinum, sum er tann 2. desember.

– Bíbliulesiætlanin verður løgd í kirkjurnar og kann eisini fáast við at venda sær til mín á telefon 787826 ella á gunnar@biblia.fo, sigur Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari hjá Føroyska Bíbliufelagnum.

Í fororðunum í bíbliulesiætlanini skrivar Gunnar millum annað:

“Tá vit fylgja bíbliulesiætlanini, er tað ein góður máti at tryggja sær, at komið verður runt í allari Bíbliuni. Vit lesa nógv tað, vit kenna, men kanska eisini okkurt, sum vit ikki hava lisið fyrr. Og hóast vit lesa tað, vit kenna ella halda okkum kenna, so vísir Heilagi Andin okkum á nýggjar síður”.

Bíbliulesiætlanin 2018-19 er fjórði partur av fimm, har komið verður ígjøgnum næstan alla Bíbliuna.

LES EISINI  Kumpas seinkað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina