Bibliulesnaður gevur vón og trivnað

The American Bible Society tekur samanum í síni kanning, at amerikanskir bíbliulesarar, ið liva eftir tí, teir lesa, fáa eina størri vón og eru meira harðførir enn fólk í eftirlitsbólkinum.

Ein grafur yvir kanningina vísir, at bíbliulesararnir(blái liturin) vinna fleiri stig enn onnur í eydnu, nøgdsemi, mentalari heilsu, meining við lívinum, etikki og nærar relatiónir. Sjálvt fíggjarliga hevur bíbliulesnaður ein fyrimun í mun til ”miðbólkin”.

Grafurin yvir bíbliulesnað

The American Bible Society hevur júst givið út triðja kapittul í síni 12. ”State of the Bible-report”, ið staðfestir, at har er ein ørgrynna av fyrimunum fyri trúfastar bíbliulesarar, ið væl at merkja liva í tráð við tað, teir lesa.

“Okkara kanning staðfestir framhaldandi, at regluligur og støðugur bíbliulesnaður leiðir til vón og størri trivnað. Kristin vita, at Jesus bjóðar okkum lív í yvirflóð, so tað eigur ikki at koma óvart á okkum. Men fyri tey, ið ivast í teirra trúgv, ella hava tørv á sannanum og staðfestingum aftaná eina trupla tíð, fara hesar upplýsingar at leggja dent á, at sannleikar Bíbliunnar elva til eina munandi betri heilsu, betri relatiónir til onnur og eina økta kenslu av endamáli og meining við lívinum – meðan tað leiðir okkum nærri Gudi,” greiðir John Farquhar Plake, Ph.D. og Director of Ministry Intelligence for American Bible Society.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina