Bíbliuskeið: Lívsmyndir av Jesusi

Eins og undanfarnu ár, verður árliga bíbliuskeiðið hjá Kirkjuligu heimamissiónini síðsta vikuskiftið í august, sum í ár verður 24. – 27. aug.

Yvirskriftin verður: “Lívsmyndir av Jesusi” út frá Markus evangeliinum. Christian Maymann, bíbliuskúlalærari á LMH í Hillerød, fer at undirvísa í evninum heilar seks tímar.

Seinnapartin leygardagin, 26. aug., verða eisini fýra ymiskir áhugatímar. Luttakararnir kunnu velja seg inn á tveir teirra, tí teir vera tvær ferðir.
Evnini verða: Kristus í Gamla Testamenti, Yoga, Jehova vitni og – Hvat verður betri og øðrvísi við nýggju bíbliutýðingini?
Gudstænasta við altargongd í Eiðis kirkju verður eisini partur av skeiðinum.

Faldarar um bíbliuskeiðið verða sendir út um landið komandi dagarnar.
Vælkomin til dagar saman við Jesusi um orð hansara, saman við fólki hansara og í góðum umstøðum.

Tilmelding krevst fyri at luttaka:

Tilmeldingin fer fram við at fara inn á mission.fo/tilmelding.

LES EISINI  Jóannis Fonsdal: Á ferð inn í Jákupsbrævið 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina